Ukraina: - Eitt barbariskt álop

- Russiska álopið í morgun eigur at verða ein vekjari til heimsleiðararnar, sum eru savnaðir í býnum, Davos í Sveis

 

335.000 fólk hava mist streymin í russiskum álopi á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv í nátt.

 

Tað upplýsir orkuveitarin, DTEK, sambært Reuters.

 

- Barbariska russiska álopið í morgun eigur at verða ein vekjari til heimsleiðararnar, sum eru savnaðir í býnum, Davos í Sveis.

 

Tað skrivar ukrainski uttanríkisráðharrin á X, fyrrverandi Twitter.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur sambært Reuters, at Russland í nátt hevur brúkt fleiri enn 300 dronur og eitt "munandi" tal av krússararakettum og ballistiskum rakettum í álopinum.

 

Ukrainsku myndugleikarnir siga, at landinum tørvar stuðul til undirstøðukervið, loftverju, eins og heitt verður á sameind lond um at seta fleiri revsitiltøk í verk móti Russlandi.

 

Hesa vikuna eru politiskir leiðarar og vinnulívsfólk úr øllum heiminum savnað í Davos í Sveis, har ársfundur er í World Economic Forum.

 

Í skjótt fýra áralanga krígnum móti Ukraina, hava russar serliga lagt seg eftir at raka undirstøðukervið í Ukraina í kaldastu tíðini av árinum.

 

Hetta hevur higartil verið kaldasti vetur í landinum í fleiri ár. Herfyri høvdu ukrainar fyglgjandi nætur við heili 20 kuldastigum, og tá streymurin fer, missa ukrainar bæði hita og vatn.

 

Endamálið við russisku álopunum á undirstøðukervið í Ukraina er at fáa ukrainska fólkið at venda sær ímóti landsins leiðslu.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Í dag eru 13 kuldastig í Kyiv. Herfyri vóru fylgjandi nætur við 20 kuldastigum