Grønland ikki ein náttúrligur partur av Danmark

- Washington veit, at Russland hevur ongar ætlanir um at taka Grønland, sigur russiski uttanríkisráðharrin á tíðindafundi

Ritzau endurgevur í dag russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, í spurninginum um viðurskiftini millum Danmark og Grønland.

 

Sambært tíðindastovuni halda russar ikki, at Grønland er ein náttúrligur partur av Danmark.

 

Hetta sigur eisini russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov sambært Reuters, sum Ritzau endurgevur.

 

Russiski uttanríkisráðharrin sigur, at Russland hevur ongan áhuga í at blanda seg uppí grønlendsk viðurskifti.

 

- Washington veit, at Russland hevur ongar ætlanir um at taka Grønland, sigur Sergej Lavrov sambært Reuters á einum tíðindafundi.

 

Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, hevur áður sagt, at Russland sær Grønland sum danskt øki.