Tey innstillaðu til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2025 eru ungu úrmælingarnir á U21 hondbóltslandsliðnum, ungi amboðsfimleikarin Marin Danielsen og evnaríkið rógvarin, Pauli Joensen

Her eru tey innstillaðu til ítróttastjørnuskotið

- Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki ella liði, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári, siga tey í Ítróttasambandi Føroya

Tey innstillaðu til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2025 eru ungu úrmælingarnir á U21 hondbóltslandsliðnum, ungi amboðsfimleikarin Marin Danielsen og evnaríkið rógvarin, Pauli Joensen

Ítróttasamband Føroya sigur í tíðindaskrivi í dag, at tey innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2025 eru ungu úrmælingarnir á U21 hondbóltslandsliðnum, ungi amboðsfimleikarin, Marin Danielsen og evnaríkið rógvarin, Pauli Joensen. 

 

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki ella liði, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári. ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum 8 heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Varpinum í Klaksvík, leygarkvøldið hin 7. februar 2026.

 

U21 Mannslandslið – Hondbóltur

Ungu U21 menninir bergtóku alla tjóðina, tá teir farna summar vunnu bronsu til U21 HM í Póllandi. Teir skrivaðu føroyska ítróttarsøgu og gjørdust fyrsta føroyska ungdómslið at vinna heiðursmerki til eitt endaspæl. 

Hóast teir komu við upp á eitt sokallað “wildcard”, endaðu teir við at verða tað liðið, sum gjørdi flest fólk bilsin. Í bólkaspælinum vunnu dreingirnir tveir dystir, og leiktu javnt ímóti Íslandi. 

Í meginumfarinum stóð Frakland fyrst fyri skotum. Tann dystin vunnu Føroyar 28-27, og tað tryggjaði eitt pláss í fjórðingsfinaluni. Hin dystin vann Danmark sannførandi, tá fleiri av føroysku leikarunum fingu hvíld. 

Í fjórðingsfinaluni ímóti Slovenia vunnu Føroyar aftur og komu í hálvfinaluna móti Portugal.

Allar Føroyar hildu ondini, tá liðini tvær ferðir fóru í longda leiktíð. Hóast tað ikki bleiv til eitt finalupláss, vóru øll errin av ungu monnunum, sum síðani spældu um bronsuna ímóti Svøríki. Teir reistu seg aftur, spældu sannførandi og staðfestu, at teir eru triðbestir í heiminum.

Enn eina ferð er staðfest, at Føroyar eiga hondbóltsleikarar, sum gera seg galdandi millum heimsins bestu. Liðið er mannað við leikarum úr nógvum ymsum feløgum. Nógvir eru eisini á A-landsliðnum – og teir hava víst, at alt ber til.  

 

Marin Danielsen – Amboðsfimleikur

Marin Danielsen er 15 ár, og hóast sín unga aldur er hon ein av fremstu fimleikarunum í danska ríkinum. 

Seinasta árið hevur hon fingið hópatals úrslit, sum prógva, at hon eisini er á hædd við bestu Norðurlendsku íðkararnar.

Marin vann gull í DM fyri juniorar á barr og gólvi. Hon vann silvur í lopi, bronsu á bitanum og bronsu samanlagt. Hartil gull í liðkappingini saman við danska liðnum KG 66.

Á oyggjaleikum vunnu Marin og liðfelagarnir sannførandi. Sjálv vann Marin gull á gólvi bæði í bundnum serium og í finaluni.

Til FM vann hon gull í øllum amboðum – lopi, barr, bita og gólvi – og gull samanlagt.

Hon umboðaði eisini Føroyar á Northern European Championships í Leicester og endaði nr 29 samanlagt – bara 15 ára gomul. Sera flott!

Marin hevur víst stórt ágrýtni og framúr góð evni. Hon venur upp til 26 tímar um vikuna – og bæði framgongd og úrslit eru eyðsýnd. Hon vísir altjóða potentiali og styrki, og hon hevur allar fortreytir fyri at røkka toppinum í altjóða fimleiki komandi árini.

Hartil er Marin eisini ein sonn fyrimynd fyri aðrar ungar fimleikarar. Hon er hjálpsom og fitt – og altíð klár at hjálpa og vegleiða yngru íðkarum.

 

Pauli Joensen – Inniróður

2025 hevur verið eitt framúr menningarár hjá Paula Joensen. 

Hann er lítillátin av lyndi, men ein verulig maskina, tá hann rør. Hann arbeiðir miðvíst, disiplinerað og við stórum áræði. Tað sæst aftur í úrslitunum. Hann er ein fjølbroyttur íðkari, ið stendur seg væl bæði á stuttu og longu teinunum.

Í fyrru árshálvu luttók Pauli bæði í Føroya-, Danmarks-, Norðurlanda- og Heimsmeistarakappingini. Úrslitini prógva støðuga framburðin, menningina og framtíðarpotentialið.

Í seinnu seinnu hálvu vann Pauli allar grand prix kappingarnar hjá RSF sannførandi, og hann tók lut í Bretska meistaraheitinum, eisini kalla BRIC – í bólkinum junior 2. Har vann hann tvær bronsu, tríggjar silvur og eina gull. 

Hann hevur bøtt um tíðina – og sostatt sett persónligt met – til hvørja einastu kapping. Hetta er ein greið ábending um, at Pauli er á rættari leið, og at hann kann fara heilt til tops í altjóða inniróðri.

Pauli Joensen er í øllum lutum ein íðkari, sum hevur flutt seg langt eftir stuttari tíð. Hann vísir áhaldni, áræði, menning – og eitt framtíðarpotentiali, sum er óvanliga lovandi. 

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið hin 7. februar 2026.

 

- ÍtróttaFAGNAÐURIN og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, siga tey í Ítróttasambandi Føroya í dag.

 

 

Tey innstillaðu til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2025 eru ungu úrmælingarnir á U21 hondbóltslandsliðnum, ungi amboðsfimleikarin Marin Danielsen og evnaríkið rógvarin, Pauli Joensen