- Einaferð var økið ein stórur sandur. Síðan bleiv tað brúkt til bukkvald, ferjulegu í 90-unum, men í dag er økið Inni á Fjørð eitt stað har fyritøkur, miðnámsskúli og ferðavinnan halda til.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
- Nú er ein heildarætlan gjørd fyri økið, sum skal snøgga og betra um, og samstundis binda saman verandi virksemi og bygdarlívið.
Sagt verður, at havnarnevndin, sum sat í undanfarnu setu, setti hol á hetta arbeiðið, sum sitandi havnarnevnd síðan hevur arbeitt víðari við í samstarvi við tey, sum hava virksemi í økinum.
- ZETA arkitektar hava síðan gjørt eitt uppskot fyri kommununa, sum varð handað um ársskiftið.
Í Vestmanna kommunu siga tey soleiðis um endamálið við økinum Inni á Fjørð.
- Vit vilja menna og betra um eitt øki, sum í dag er kent sum eitt vinnuøki, har asfalt, kampingvognar og arbeiðsbygningar ráða í myndini. Kommunan ætlar at gera økið meira innbjóðandi fyri tey, sum her búgva og virka, men eisini fyri vitjandi.
##med2##
Sagt verður, at dentur fer at verða lagdur á at skapa eitt umhvørvi, har trivnaður, grønar loysnir, náttúra og dygd ganga hond í hond við verandi virksemi - alt í einum fjøltáttaðum og nútíðar býarrúmi.
- Ein týðandi partur í hesum er at skapa betur atkomu til sjóvarmálan aftur, fáa fleiri litir ímillum svarta asfaltið og at binda saman økið Inni á Fjørð við Fitjar.
Fleiri myndir í samband við heildarætlanina kunnu síggjast á heimasíðuni - www.vestmanna.fo
- Við einari gongubrúgv, sum sambindur økið Inni á Fjørð við Fitjar, er ætlanin, at tað skal bera til at ganga framvið sjóvarmálanum heilt yvir til Bláa Seglhúsið.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at Visit Faroe Islands hevur stuðlað fíggjarliga við heildarætlanini, og nú fer havnarnevndin at arbeiða við uppskotinum.
- Ætlanin er at fara undir fyrstu átøkini longu í ár, verður sagt í kommununi.
##med3##













