Miðvingur bestur á vestanstevnu í Miðvági

Fyri fyrstu ferð í 56 ár eydnaðist tað 8-mannafarinum hjá miðvingum at vinna í heimasjógvi

Tað var rómur í Miðvági, tá ið 8-mannaførinum fóru um málstrikuna. Í sera tættari kapping við favorittarnar umborð á Kvívíkingi eydnaðist tað miðvingum at vinna í heimasjógvi. Miðvingur hevur ikki vunnið á vestanstevnu í Miðvági síðani í 1958!

 Tá ið bátarnir fóru um málstrikuna var munurin frá Miðvingi og aftur til Kvívíking bara stavnurin, og eitt vet aftanfyri kom Knørrur, sum eisini var við í kappingini um fremsta plássið. Argjabáturin endaði á fjórða plássi.

Miðvingur sprakk avstað í startinum, og tað eydnaðist Miðvingi at økja um leiðsluna, so hon eina løtu var eina bátslongd. Tá ið tað restaðu 300 metrar fóru Kvívíkngur og Knørrur at røra á sær, og so varð tað heilt spennandi.

Men tað eydnaðist ikki at basa miðvingum, sum á landi og sjógvi stórfegnaðust um fyrsta sigurin í ár,l og um fyrsta sigurin á vestanstevnu í Miðvági síðani 1958!

 

8 mannafør
1Miðvingur04:15.04  
2Kvívíkingur04:15.12  
3Knørrur04:16.16  
4Argjabáturin04:22.12