Miðvingur skal rógva kvartfinalu í HM

Sverri Nielsen úr Miðvági skal rógva kvartfinalu í HM í dag.

 

Tað er seinnapartin í dag, at Sverri Nielsen úr Miðvági skal rógva kvartfinalu í HM í rógving í Hollandi.

 

Les eisini Sverri Nielsen við í HM í rógving 

 

Fyrsta kvartfinalan byrjar klokkan 15:55 og so fylgja hinar hvør eftir aðra.

 

Megnar Sverri Nielsen at vinna seg víðari úr kvartfinaluni, skal hann rógva í semifinalunum, sum verða fríggjadagin klokkan 14:15. Megnar hann ikki at vinna seg víðari úr kvartfinaluni, skal hann rógva aftur fyrrapartin hósdagin.

 

Finalan verður sunnudagin klokkan 13:03.

 

Til ber at fylgja HM við at trýsta her. 

 

Bólkurin, sum Sverri Nielsen rør í, eitur M1x – Men’s Single Sculls.