Í vár bleiv Mijailo Mijailovic dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava myrt svenska uttanríkisráðharran, Onnu Lindh, tann 10. september í fjør. Men í gjár bleiv dómurin broyttur. Nú er avgjørt, at drápsmaðurin er ov illa fyri sálarliga, til at hann kann sita í fongsli, og tí skal hann á ein stovn, har hann skal fáa sálarliga viðgerð.
Tá Mijailo Mijailovic bleiv dømdur fyrru ferð, hevði rætturin fingið eina frágreiðing frá einum sálarfrøðingi, sum hevði kannað drápsmannin. Niðurstøðan í teirri frágreiðingini var, at Mijailovic var sálarliga veikur, men at hann tó ikki var so illa fyri, at hann ikki kundi fara í fongsul.
Síðani hevur ein annar sálarfrøðingur kannað Mijailovic, og hansara niðurstøða er, at maðurin er ov sjúkur til at fara í fongsul. Tí avgjørdi Svea Hovrætt, at Mijailo Mijailovic skal á ein stovn, har hann skal fáa sálarliga viðgerð.
Í Stockholm verður sagt, at í veruleikanum merkir úrskurðurin, at Mijailo Mijailovic verður stongdur inni á stovninum alt lívið.