Mikkel Hansen ikki tann besti longur

Danin Mikkel Hansen er ikki longur heimsins besti hondbóltsspælari hjá monnum. Nú asltjóða hondbóltssambandið hevur talt upp, vísir tað seg, at fransmaðurin Daniel Narcisse (myndin) hevur vunnið heiti sum tann besti í heiminum.

Teir bestu fimm eru:

1. Daniel Narcisse (Frakland, THW Kiel) 25%

2. Mikkel Hansen (Danmark, Paris Handball) 21%

3. Filip Jicha (Kekkia, THW Kiel) 18%

3. Kim Andersson (Svøríki, KIF Kolding) 18%

3. Julen Aguinagalde (Spania, Atletico Madrid) 18%.

 

Fimm tær bestu kvinnurnar eru:

1. Alexandra do Nascimento (Brasil, Hypo Niederösterreich) 28%

2. Heidi Löke (Noreg, Audi ETO Györ) 24%

2. Bojana Popovic (Montenegro, Buducnost Podgorica) 24 %

4. Andrea Penezic (Kroatia, Krim Mercator Ljubljana) 12%

4. Katarina Bulatovic (Montenegro, Oltchim Valcea) 12%.