Mikkjal heldur at tað býr meiri í spælarunum

Tølini siga, at B36 vinnur mest sum hvørja ferð í Klaksvík

Klaksvíkingar fóru væl nøgdir úr Fuglafirði síðsta sunnudag. 4-0 sigurin og triðja ferðin, at tað eydnaðist at halda mótstøðumonnunum frá at skora lyftið liðið fram á talvuni. Seinnapartin fara meistararnir í B36 at vitja í Klaksvík, og KÍ venjarin vónar, at leikliga avrikið hjá hansara monnum í framrættaða partinum fer at verða betri, enn tað var í Fuglafirði:

-Sjálvandi ert tú nøgdur við at vinna 4-0. Men eg veit, at tað býr meiri í spælarunum, enn teir higartil hava víst, og at vit harvið eiga at spæla betri fótbólt, enn vit hava gjørt, sigur Mikkjal Thomassen.

Higartil hava broytingar verið millum teir fyrstu ellivu í Klaksvík, og soleiðis verður tað eisini ímóti B36, tá ið sammett verður við ímóti ÍF:

-Vit hava passaliga breiðan hóp, og vit broyta uppstilling mest sum hvørja ferð. Onkrir spælarar eru ungir og hava ikki so nógvar royndir, og tað leggja vit uppfyri, sigur KÍ venjarin.

Fyri fyrstu ferð í ár hevur KÍ venjarin allar sínar at velja ímillum. Eisini Mayowa Alli, sum síðstu vikurnar hevur verið darvaður av skaða í fótliðnum.

 

Tá ið B36 sum nýkosin meistari síðsta heyst vitjaði í Klaksvík, vann heimaliðið 2-1. Hetta var merkisvert á tann hátt, at hetta var fyrsti sigurin á B36 í Klaksvík, síðani KÍ í 2011 aftur var partur av bestu deildini. Í hinum sjey uppgerðunum hesi árini hevur B36 seks ferðir vunnið fulla úrtøku, og einaferð endaði tað javnt.

 

Dreymurin í B36 um at tað skal eydnast fyri fyrstu ferð at vinna FM fyri triðju ferð á rað, kámaðist eitt sindur síðsta sunnudag. Men málleysi javnleikurin í Gundadali ímóti TB komst ikki av, at liðið ikki megnaði at spæla seg til møguleikar:

-Ímóti AB næstsíðsta sunnudag spældu vit okkum til tveir upplagdar málmøguleikar, og tá skoraðu vit tvey mál. Ímóti TB høvdu vit tjúgu royndir ímóti málinum, og í níggju av førunum var talan um stórar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora, staðfestir B36 venjarin Eyðun Klakstein.

Róaldur Jakobsen er tøkur aftur eftir leikbannið síðsta sunnudag. Fleiri eru framvegis á skaðalistanum: Hanus Thorleifsson, Alex Mellemgaard og Robert Heðin Brockie.