Í 2016 og 2017 vann Víkingur FM. Bæði árini var KÍ fremsti avbjóðarin. Tá var Sámal Erik Hentze venjari hjá Víkingi, og Mikkjal Thomassen var venjari hjá KÍ.
Mikkjal Thomassen er framvegis venjari í Klaksvík, og nú er Sámal Erik Hentze aftur venjari í Sarpugerði. Tað var hann ikki í fjør.
Í vikuni hevur Mikkjal Thomassen ikki verið á vøllinum í Klaksvík. Hann hevur verið í Noregi, har hann er í holtur við hægstu europeisku venjaraútbúgvingina. Hjálparvenjararnir, Allan Joensen og Atli Danielsen, sum báðir vita, hvat tað snýr seg um, hava staðið fyri venjingunum. Sjálvandi hevur tað verið undir vegleiðing av høvuðsvenjaranum, sum var aftur í Føroyum í gjárkvøldið.
Hjá KÍ er Óli Eyðsteinsson Poulsen leikbannaður, og Ólavur Niclasen og Torbjørn Grytten eru skaddir. Ivasamt er, um Jonn Johannesen verður førur fyri at spæla. Hann er plágaður av skaða í baklærinum.
Miðverjin Deni Pavlovic er tøkur aftur eftir leikbann.
Hjá Víkingi eru tveir spælarar skaddir – Hjartvard Hansen (lærkrikin) og Jákup Vatnhamar Olsen er knæskaddur.
Arnbjørn Svensson var í gjár á næstbesta liðnum bara í fyrra hálvleiki. Tað vil siga, at hann ivaleyst verður á beinkinum í dag og kanska eisini Ingi Jonhardsson, sum spældi ein tíma á næstbesta liðnum ígjár.
-Hetta verður ivaleyst heilt øðrvísi avbjóðing, enn tað var sunnudagin, tá ið vit vunnu 3-0 ímóti ÍF. Vit vita, hvat venjarin roknar við, at vit gera, og vit eru so spakuliga við at finna okkum til sættis aftur, eftir at Sámal Erik Hentze nú aftur er venjari her hjá okkum, sigur Andreas Lava Olsen, sum var sera væl upplagdur ímóti ÍF. Hann var framrættaður í høgru og legði upp til tvey tey síðstu málini.