Mikkjal: Innleggini eru størsta hóttanin

KÍ venjarin greiddi undan fráferðini úr Vágum fyrrapartin frá, hvat tað er, hann fyrireikar spælararnar til hóskvøldið

Um eg skal siga nakað um, hvat tað er, sum teir í Dundalk FC eru serliga stinnir í, so er tað at leggja bóltin innfyri.

Tað segði Mikkjal Thomassen, tá ið facebooksíðan hjá KÍ undan fráferðini úr Vágum í morgun tosaði við KÍ venjaran.

KÍ ferðalagið er nú í Dublin, har spælararnir eru farnir undir fyrireikingarnar til stóru avbjóðingina, sum bíðar hóskvøldið, tá ið tað er pláss í bólkaspælinum í Europa League, sum stendur upp á spæl.

-Teir skiftu venjara í august, og nýggi venjarin hevur broytt spælskipanina frá 4-4-2 ella 4-2-3-1 og til 4-3-3. Í útgangsstøði minnir hetta ikki so lítið um soleiðis, sum HB liðið er skipað. Teir pressa frammarlaga, men bakkarnir eru ikki so framrættaðir, greiðir Mikkjal Thomassen millum annað frá.

 

https://www.facebook.com/klaksvikaritrottarfelag/videos/3395322617228950