Mikkjal: Páll er klárt besti áleyparin í Føroyum

Tað sigur venjarin hjá KÍ um áleyparan hjá sær, Páll A. Klettskarð

Um vikuskiftið vann KÍ toppdystin móti Víkingi, sum var leygarkvøldið við Djúpumýru í Klaksvík. KÍ vann 1-0 og málið skoraði Páll A. Klettskarð í seinna hálvleiki. Hann er nú toppskjútti í føroyskum fótbólti við níggju málum fyri átta dystir.

 

- Páll er klárt besti áleyparin í Føroyum, og tá írokni eg allar spælararnar. Hann hevur ongantíð verið so góður sum nú. Hann hevur lyft sítt støðið eini 20 til 30 prosent, og eg havi onga forkláring upp á hví. Hann spælir við størri sjálvsáliti og tað deiligt at síggja, tí hann er farin um tey 30, sigur Mikkjal K. Thomassen við Televarpið, og væntar eisini at síggja áleyparan á landsliðnum.

 

- Eg vænti eisini, at tað verður kvittað við eini landsliðsúttøku næstu ferð. Um ikki, so fara allir føroyingar at undrast hví hann ikki er við. Hann er klárt besti áleyparin í Føroyum, endurtekur Mikkjal K. Thomassen á Televarpinum.

 

Norðlýsið skrivar eisini við støði í tølunum hjá Faroesoccer, at Páll A. Klettskarð nú hevur yvirhálað Arnbjørn T. Hansen sum næstmest skoraði spælarin í føroyskum fótbólti við 157 málum.