Mikkjal K. Thomassen sigur í samrøðu við norska TV2, at ungir spælarar ikki hava tíð til uttanumtos. Hetta sigur hann, tá hann verður spurdur um hann er ein harður venjari. Hetta er høvðuspersónurin ikki samdur í.
- Eg sigi tingini beinleiðis og ræðist ikki tvístøður. Eg haldi at spælarar eru tryggir í umstøðunum, sum eg skapi teimum. Ein ungur spælari hevur ikki tíð til uttanumtos. Ein ungur spælari við amitiónum hevur brúk fyri erligum og beinleiðis afturmeldinum, so hann kann halda fram við at menna seg, sigur Mikkjal Thomassen millum annað við TV2 Norra.
Hann nevnir millum annað, at hann hevur havt góðar royndir við norskum spælarum sum Magnus Stamnestrø og Simen Sandmæl. Hann heldur eisini at Jóannes Bjartalíð kann klára seg í bestu norsku deildini.
- Ja, tað kann hann, men tað má verða fyri tað rætta felagið við tí rætta venjaranum. Tað er altíð ein skiftistíð, har tú skal venja teg við leikferðina, men tað hevði hann klárað upp á ein mánað ella tveir, sigur Mikkjal Thomassen.
Hann sigur eisini í samrøðuni, at hann fegnast um sigurin á TB, sjálvt um hann kom í seinastu sekundunum. Hann heldur fyri at uppstarturin hevur verið órógvandi og at einki lið kemur til Trongisvágs og fær tað lætt.
##med2##
KÍ skal leygardagin spæla móti ÍF í Fuglafirði. In.fo og FM1 hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.