Tíðindini um at føroyska landskappingin byrjar aftur ferðast kring allan heimin. Serliga í Norra hevur tað vakt stóran ans, at norska TV2 hevur keypt rættindini til 12 tey fyrstu umførini í Betri deildini hjá monnum. Eisini verður nógv gjørt burturúr á danska Ekstrablaðnum, sum hevur keypt rættindini til ein dyst hvørt umfar.
Tað stendur tó ikki mát við lýsingarpallin, sum KÍ og Mikkjal Thomassen fingu í gjár. Tí nú hevur eisini BBC World News víst áhuga. Í gjár var ein eitt innslag í bestu sendutíð, har tosað varð við Mikkjal Thomassen, um støðuna í føroyskum fótbólti.
Landskappingin í Suðurkorea er farin í gongd aftur, men føroyska landskappingin er tann fyrsta í Evropa, sum fer í gongd eftir ein koronasteðg. Og tey tíðindini ferðast kring allan heimin. Eisini til stórar miðlar sum BBC.
##med2##
Betri deildin menn 1. umfar:
Leygardagin 6. mai:
NSÍ-TB (15.00)
HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1
Skála-ÍF (16.00)
KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1
AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1