Mikkjal Thomassen fær vitjan av Brandi í Fredrikstad

Tað er líkt til, at Brandur Hendriksson verður knýttur at norska føroyingafelagnum, Fredrikstad FK

Tað er Fredrikstad Blad, sum Bolt.fo eisini hevur siterað, ið skrivar at Brandur Hendriksson í næstum skal vitjan Fredrikstad FK. Venjari í felagnum er føroyski Mikkjal K. Thomassen og í hópinum er føroyski landsliðsspælarin Jóannes Bjartalíð.

 

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru farnar í gongd í norska felagnum, sum hevur eitt høvðusmál um at flyta upp í bestu deildina. Fyrsta bleiv Mikkjal K. Thomassen settur sum høvðusvenjari, og síðani skifti Jóannes Bjartalíð eisini frá KÍ til Frederikstad FK.

 

Nú er líkt til, at tað verður ein triði føroyingur í felagnum. Tað er lokali miðilin Fredrikstad Blad, sum skrivar at 27 ára gamali føroyski landsliðsmiðvallarin, Brandur Hendriksson Olsen, kemur á vitjan komandi tíðina.

 

Brandur Hendriksson er í løtuni í holt við uppvenjing, eftir ein keðiligan knæskaða.

 

##med2##

 

Mynd: (Fredrikstad FK) Mikkjal K. Thomassen er í holt við fyrireikingarnar til komandi kappingarár