##med2##
KÍ legði enn eitt sannførandi avrik fyri dagin, tá teir møttu ÍF á heimavølli við Djúpumýru í Klaksvík. KÍ vann stórsigur 6-0, longu tá 35 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki var støðan 4-0.
KÍ er nú nummar tvey í Betrideildini við 41 stigum, tvey stig aftanfyri HB sum tekur móti AB í morgin klokkan 18.
KÍ – ÍF 6-0 (4-0)
1-0: Patrik Johannesen (16.)
2-0: Odmar Færø (19.)
3-0: Jóannes Bjartalíð (31.)
4-0: Páll A. Klettskarð (35.)
5-0: sjálvmál (83.)
6-0: Ole Erik Midtskogen (87.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum KÍ skoraði móti ÍF í kvøld. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen. Mikkjal er í tí stóra og heila nøgdur við dystin, ið KÍ endaði við átta lokalum spælarum á liðnum. Tó iðrar hann seg um, at KÍ-arnir fyrstu stóru løtuna av seinna hálvleiki tóku ferðina av spitaranum. Tróndur og Mikkjal skiftu eisini orð um evropeisku avbjóðingina, har KÍ tekur móti Slovan Bratislava í dysti í Champions League undankappingini á heimavølli um átta dagar. Mikkjal setir øll segl til við fyrireiking nú, so KÍ skal verða so væl fyri sum hugsandi at takla stóru uppgávuna.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Ólavur Larsen. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Teiti Joensen.
##med3##