Víkingur og KÍ deildu rovini í Sarpugerði í Norðragøtu seinnapartin í dag. Tað var ikki so nógv lív í dystinum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki komu fýra mál, tvey í part, og endaði dysturin við javnleiki 2-2.
Víkingur – KÍ 2-2 (0-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar (60.)
1-1: Jóannes Bjartalíð (67.)
2-1: Heðin Hansen (71.)
2-2: Deni Pavlovic (74.)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig segði frá teimum fýra málunum, ið komu í dystinum í Sarpugerði í Norðragøtu.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze.
Mikkjal Thomassen er betri foreintur við javnleikin enn venjarin hjá heimaliðnum, ið hevði ynskt sær ein sigur í dag. Mikkjal er aftaná dystirnar móti HB og Víkingi nøgdur við, at hann hevur eitt lið sum er kappingarført.
Bagge er ikki nøgdur við javnleikin móti KÍ. Kortini er hann glaður fyri at verða í Víkingi aftur sum hann lýsir at verða eina stóra familju.