Virgar Dalsgaard
----
Í dag, tann 18. september eru 68 ár síðani eina ta allarstørstu níðingsgerð, sum nakrantíð er framd í føroyskum politikki.
Ta náttina bumbaðu loysingar-bandittar okkara gamla parlament, Løgtingið og ætlaðu at beina fyri parlamentarikaranum, Petur Mohr Dam, sum stutt áðrenn bumban brast, hevði sitið niðri í Løgtinginum á Javnaðararhølinum og skriva.
Tað hølið lá beint omanfyri har, sum bumban varð løgd.
Tað var eingin ivi um, hvønn man vildi raka!
Arbeiðslagið hjá Petur Mohr Dam var soleiðis, at hann arbeiddi best og skjótast um náttina. Tey allarflestu havnarfólk sóu og vistu, at tað javnan var ljós á Javnaðarstovuni bæði klokkan trý og fýra um náttina.
P. M. Dam fortaldi, at nettup hetta kvøldið bleiv hann eitt sindur móður um midnáttarleitið, fekk sær tí eina pausu og fór niðan í ta Nýggju Snikkarastovu at fáa sær ein kaffimunn og eitt prát við partafólk.
Snikkarastova liggur beint yvir av Løgtingshúsinum. Minni enn ein hálvan tíma eftir, at hann hevði sett seg til borðs, brast bumban og hvør einasti kaffikoppur bleiv sorlaður av borðinum. Hevði hann tá sitið í Løgtinginum, er ikki ilt at gita, hvussu standurin hevði verið.
Aftan á henda níðingstilburðin royndu nógvir ynkiligir loysingar at vaska sær hendurnar við groteskum uttanumtosi og ússaligum illgitingum, men tað reingist aldri, at ómegdin og undirlutakenslan yvir fyri argumentunum hjá tí væl-orðaða Petur Mohr Dam skuldi hevnast.
Hann vildi jú hava vina- og frælsisbrævið frá 1943 sum grundarlag fyuri eini nýskipan millum Danmark og Føroyar. Hann var ímóti ”alt ella einki-monnunum”!
Í Onglandi royndi Guy Fawkes í síni tíð at beina fyri tí eingilska Parlamentinum við eini bumbu, og síðani hava eingilskmenn hildið dagin við flaggi á hálvari stong. Vár nakar stirðil í okkum føroyingum høvdu vit eisini flaggað við merki á hálvari stong á øllum almennum bygningum hvønn 18. september til minnis um, hvussu vitleyst loysingar-yngul kann bera seg at, tá ið tey spinklu argumentini eru uppi.
Men leggið til merkis, hóast hetta í mínum barnadøgum var mest umrødda søguliga hending Í Føroyum í áravís, so verður hon ikki nevnd við einum orði í nakrari søgubók. Tær eru jú allar produceraðar av tendentiøsum loysingum, sum ikki vilja kompromittera sínar viðhalds menn.