Miksarin hevur tænt fyri sítt breyð

Leygardagin í farnu viku bakaði John við Garð sítt seinasta rugbreyð - nr. 1000! - á Sambýlinum á Heygnum.
- Eg haldi sjálvur at breyðini smakka avbera væl, og halda starvsfólkini eisini. Serliga væl riggar at hava skerpikjøt sum viðskera, sigur 89 ára gamli klaksvíkingurin.

Á køksborðinum stendur ein miksari og snurrar. Ikki ein av hesum nýggju, men ein frá 1961 av slagnum Ballerup.
Tað er leygardagur, og komið er út á seinnapartin, nú John er farin til verka her á sambýlinum.
Hann hevur longu koyrt alt tilfarið í – mjøl, rug og annað tilhoyr. Hann stendur nú bert og bíðar eftir at deiggið er rørt so mikið saman, at tað kann fara í ovnin.
Umsíðir hevur miksarin snurrað seg lidnan. Við kønari hond verður deiggið latið í ein bakiform sum síðani fer í ovnin. Nú kann sjálv bakingin byrjað.
John hyggur fegin upp. Nú er bert eftir at bíða eftir klokkuni, tá breyðið verður liðugt. Enn einaferð.
Hetta er nevniliga ikki fyrsta breyðið, sum John hevur bakað. Frammanundan hesum, hevur hann bakað 999 onnur rugbreyð her á sambýlinum.
Men nú er liðugt við breyðbakingini:
- Tá eg hevði bakað tey fyrstu 700 breyðini, hevði eg hug at gevast. Men eg hevði tó hug at vita, um eg ikki kláraði at baka 300 aftrat, fyri at koma uppá 1000.
- Tað gekk, so nú eri eg liðugur at baka!, sigur John í hesi samrøðuni við Sosialin.

Biðja um uppskriftina
John hevur í sínum lívi havt lívsstarv sítt sum maskinmeistari. Heima var konan, og dámdi henni sera væl at baka.
- Ja, hon bakaði altíð, minnist John afturá.
Tá hon eldist, og ikki orkaði meiri at baka, hevði John hug at taka yvir bakingina.
- Líka veit eg. Eg byrjaði so, og mín sann, um tað ikki bar væl til at baka hesi breyðini!
Fyri sløkum fýra árum síðani fluttu John og konan á hetta sambýlið, - og tja, hví ikki halda fram við bakingini?! Sum ætlað, so gjørt.
Starvsfólkini á sambýlinum eru eisini sera fegin um hesi breyðini. Fleiri teirra hava nevniliga biðið um uppskriftina til hesi vælsmakkandi rugbreyðini!

Putursukur í
- Eg havi ikki havt nakra uppskrift sum so. Eg havi bara koyrt tað almindiliga í, tú veit.
- Men lat meg so leggja aftrat, at eg havi givið breyðunum ein serstakan smakk, við at koyra putursukur í, sigur John.
Hann byrjaði at baka tey fyrstu breyðini, og kom so eftir, at stuttligt hevði verið at skriva niður, hvussu mong breyðini hann bakaði.
- Eg byrjaði tó ikki beinanvegin at skriva niður. Men síðani eg bakaði seks tey fyrstu, havi eg skrivað alt niður.
- Og leygardagin bakaði eg so breyð nummar 1000. Men heilt erliga, so havi eg ongatíð spekulerað nakað serligt uppá júst tað, sigur John stillisliga.
Einki við at reypa sær av hesum bragdi. Hann hevur snøgt sagt bert gjørt tað, sum honum dámar so væl.
John leggur kortini dent á, at hann hevur ikki bakað hvønn einasta dag. Sum oftast bakaði hann einar fýra ella fimm ferðir um vikuna.
- Eg kundi verið komin uppá tey 1000 breyðini fyri langt síðani. Men eitt skifti lá eg á sjúkrahúsinum.
- Tað tók sína tíð at koma fyri meg aftur – eitt hálvt ár ella so. Og tá fekk eg so einki bakað, sigur hann.



Ófør at vitja
John býr á egnum kamari her á Heygnum. Sjónina hevur hann góða, og út gjøgnum vindeygað kann hann fylgja væl við í tí, sum fer fram á víkini.
Heilsan er tíbetur góð, og tá hann fyllir aftur í heyst, rundar hann tey 90 árini.
- Eg hevði ein abba sum bleiv 97 ár, sigur hann við einum brosi.
Hóast hann nú er givin við bakingini skal hann nokk fáa tíðina at ganga. Tað er nærum ikki dagur, at ikki onkur úr familjuni kemur á vitjan. Serliga fegin er hann, tá ein abbadóttir úr Suðuroy kemur allan vegin higar at vitja.
- Jú, tey eru ófør at vitja meg, sigur hann við einum brosi.
Hann lurtar eftir útvarpinum, hyggur í sjónvarp og lesur føroysku bløðini.
- Einaferð spurdi Zacharis (Hammer, blaðm.) meg, hvat mær dámdi best í sjónvarpinum. Tá mátti eg bara svara honum, at tað vóru hansara sendingar!, sigur John við einum brosi.


Góður miksari
Tá John flutti á sambýlið var hann skjótur at spyrja eftir miksaranum. Hann hevði hug at halda fram við bakingini, hóast hann og konan nú vóru flutt higar.
Hann slapp sum vera man at brúka teirra miksara, men satt at siga, so dugdi hann ikki rættiliga at brúka henda miksarin.
- Nei, tá dámdi mær betri okkara egna Ballerup frá 1961. Hann hava vit brúkt, bæði til at elta deiggj og at gera knettir við, sigur John.
Hann hevur mangan undrað seg um, at miksarin kundi blíva við at virka ár eftir ár øll hesi 46 árini.
Sum maskinmaður er John innarlaga í, hvussu ein maskina virkar og hevur onkutíð skrúvað botnin av fyri at kanna maskinaríið á miksaranum. Har var kortini einki slit at hóma.
- Hann var gott kramm, skal eg siga tær. Men nú hevur hann tænt fyri sítt breyð, sigur John.