Mikudagin hátíðarhalda vit tjóðardag Ísraels

Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda vit tjóðardag Ísraels

Tiltak verður á Tinghúsvøllinum í Havn við sangi og røðum. Í ár eru tað 77 ár síðani, at Ísrael varð endurreist tann 14. mai 1948. 

Á tiltakinum verður kendi tíðindamaðurin Jotam Confino við á stórskíggja. Hann fer at greiða frá um støðuna í Ísrael og í Miðeystri. 

Jotam Confino er hálvur dani/hálvur ísraeli, hann er uppvaksin í Danmark men hevur búð tey seinastu árini í Ísrael. Hann er javnan at síggja, sum viðmerkjari á stórum tíðindarásum eins og BBC, CNN, CBS, Sky News, Haatetz, BT o.ø.. 

Hóast hetta er ein gleðidagur, liggja enn døkk skýggj yvir tjóðini, sum framvegis kennir sorg og trongd eftir ræðuligu yvirgangsatsóknina tann 7. oktober 2023.

Pinkubørn, børn, ung, vaksin og eldri vórðu myrd, og yvir 251 menniskju tikin sum gíslar inn í Gaza. Nú 19 mánaðir seinni, sita 59 gíslar enn í myrkum tunlum undir jørð. Bert 21 av teimum verða mett at vera á lívi. 

Um hesa tíðina í fjør høvdu vit vitjan av einum beiggja at gísla, sum framvegis vónaði at fáa hann heimaftur á lívi. Tann 3. mars í ár kom hann heim til Ísraels í kistu, dripin ímeðan hann sat sum fangi í Gaza. 

Vit hava ikki gloymt gíslarnar og teirra avvarandi, og biðja framvegis fyri teimum øllum. 

Vit ynskja at bjóða tykkum vælkomin á Tinghúsvøllin at standa saman við tjóðini Ísrael við orðunum hjá Esaiasi 40:1 “Troystið, troystið fólk Mítt! sigur Gud tykkara”

Shalom (Friður!)

Vinafelagið Føroyar-Ísrael og ICEJ Føroyar