Milan enn í Føroyum

Nú er mest sum greitt, hvar Milan Kolovrat skal sita dómin, men hinvegin er ikki heilt greitt, nær hann verður fluttur til Danmarkar

Tað eru enn nøkur praktist ting, sum skulu fáast upp á pláss, áðrenn Milan Kolovrat kann flytast til Danmarkar at sita tey 14 árini, sum hann fekk í revsing fyri at drepa Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi.
Hildur Hentze, varakriminalovasti, sigur, at enn vanta nakrir smálutir at fáa upp á pláss, so sum flutningur og annað.
Vit skulu eisini finna út av, hvat vit skulu gera við ognir hansara, so tað eru nøkur praktist ting at fáa upp á pláss, áðrenn klárt er at senda hann til Danmarkar, sigur Hildur Hentze.
Bent Jákup Hansen, leiðari í Arrestini, dugir ikki at siga, nær Milan Kolovrat verður fluttur til Danmarkar.
Vit bíða bara eftir boðum, sigur Bent Jákup Hansen.
Hann sigur, at Horsens Statsfængsel so smátt byrjaði at niðurlaga virksemið.
Fongslið er so illa farið, og samstundis er eitt nýtt fongsul bygt beint uttan fyri Horsens, í Emmersbæk, og har er ætlanin at hava fangar sitandi, sum hava fingið eina ávísa longd á dóminum, og fangar, sum skulu útvísast eftir at hava sitið dómin, sigur Bent Jákup Hansen.
Peter Lundin var ein av teimum fangunum, sum sat í Horsens Statsfængsel, og tí er líkt til, at Mlan Kolovrat kemur at sita saman við honum í nýggja fongslinum í Emmersbæk.