Milan Kuljic skal hjálpa AB

Fótbóltur - Næstu tvey árini skal serbiski miðvallarin vera ungdómsvenjari hjá AB, samstundis sum hann skal spæla við besta liðnum og vera hjálparvenjari

Milan Kuljic hevur verið rættiliga drúgvur í føroyskum fótbólti. Hann kom til VB í 1998, og hevur síðani – burtursæð frá smávegis steðgum – spælt fótbólt í Føroyum, tey seinnu árini við HB. Men eftir at hava vunnið annað meistaraheitið á rað við HB, skiftir hann nú til AB, sum komandi ár skal spæla í næstbestu deildini.
– Eg vildi sera gjarna royna nakað nýtt, og fyri meg er AB akkurát tað rætta júst nú. Næsta summar fái eg prógv sum A-venjari, so tí verður tað gott hjá mær at hava fleiri venjarauppgávur í einum felag sum AB, segði Milan Kuljic, eftir at hann leygardagin hevði skrivað undir ein sáttmála fyri næstu tvey árini.
– At eg sum spælari flyti eina deild niður, hevur ikki so nógv at siga. Eg eri 34 ára gamal, men væl fyri, og eg haldi eisini, at eg kann geva AB nakað sum spælari. Men tað er eisini ótrúliga spennandi at fáa ein nýggjan leiklut, har venj­ingin fyllir meira.
Argjamenn fegnir
Argjamenn eru eisini fegnir um at fáa Milan Kuljic út á Argir komandi tvey árini, har hann hjálpa Sámal Erik Hentze við venjingini av fyrsta­liðnum og sjálvur spæla við, umframt at taka sær av ung­dóms­venjingini.
– Fyri okkum hevði tað sera nógv at siga, at vit fingu ein góðan ungdómsvenjara, tí tað hava vit raðfest sera frammarlaga. Vit eiga nógvar og góðar spælarar, sum eru á veg, so eru vit sera glað fyri, at Milan kann taka eina hond í hjá okkum næstu tvey árini, sigur for­maðurin í AB, Andrass Drangastein
– Tað er heldur eingin loyna, at vit hava sum mál, at besta manslið okkara ikki skal dvølja meira enn hetta eina árið í næstbestu deildini. So, umframt at Milan kann hjálpa okkum við komandi ættarliðnum, ger tað tað ikki verri, um hann eisini kann hjálpa okkum til eina skjóta uppflyting.