Miljø í Skansastovu

Stórur áhugi er fyri fotoarbeiði í Skansastovu, segði Sveinur Thomassen við Sosialin í oktober 1976


Fotodeildin skipar fyri almennari fotoframsýing í desember. ? Stórur áhugi er fyri fotoítrivinum, sigur formaðurin í Fotodeild Skansastovu, Sveinur Thomassen

 

FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI

 

Eirikur Lindenskov

 

 

 

Ungmannafelagið Skansastova í Havn var eitt sera virkið felag í sjeytiárunum. Í oktober 1976 hevði Sosialurin hesi tíðindini frá Skansastovu:

 

»Í døgunum 4. og 5. desember skipar fotodeildin hjá ungmannafelagnum Skansastovu í Havn fyri almennari fotoframsýning í hølunum hjá Skansastovu á Kirkjuveg.

 

Framsýnararnir koma samstundis at luttaka í einari fotokapping undir heitinum Kringumstøður (miljø).

 

Hetta merkir, at teir luttakandi framsýnararnir skulu senda inni miljøkendar myndir, sigur formaðurin í nevndini fyri fotodeild Skansastovu, Sveinur Thomassen.

 

 

 

Dómaranevnd

 

Fotodeildin hevur sett eina dómaranevnd til at velja út tær bestu myndirnar.

 

Í nevndini sita Kalmar Lindenskov, Kári Petersen, Eyðun Joensen, Gunvør Hoydal og Ingálvur av Reyni.

 

? Myndirnar skulu vera svart/hvítar, minsta stødd 18X24. Tær skulu sendast til fotodeild Skansastovu í seinasta lagi 20. november. Men hesum verður nærri greitt frá í lýsing í bløðunum, sigur Sveinur Thomassen.

 

 

 

20 fólk til fotoítriv

 

Sveinur Thomassen sigur, at tað hevur verið stórur áhugi fyri fotoarbeiði millum tey ungu, síðani Skansastova skipaði eina fotodeild.

 

? Vit hava myrkakamar og aðra útgerð til at framkalla í og gera myndir í Skansastovu. Byrjað varð í vár, og royndin hevur eydnast so væl, at nú er rættilig gongd komin á hetta ítrivið, sum savnar eini 15-20 fólk í Skansastovu, sigur Sveinur Thomassen.

 

Hinir nevndarlimirnir í fotodeild Skansastovu eru Axel Haraldsen, Lis Hansen, nella Festirstein og Jórun Mortensen.«