Milliónir rulla í Sundalagið

Meðan tað hjá spælarunum er talan um fantastiska avbjóðing, er setningurin hjá EB/Streyma-leiðsluni at skúma róman, nú lutakastið gjørdist tað best hugsandi

EB/Streymur noyðist at bíða í øllum førum eitt ár, áðrenn felagið fyri fyrstu ferð kann spæla við í undankappingini til Champions League. Hetta sjálvandi treytað av, at liðið heldur fast um verandi oddasessin.

Men longu nú kann felagið so væl og virðiliga skorað kassan. Kanska enntá í størri mun, enn meistararnir úr NSÍ kunnu tað.


Fíggjarligur gloypibiti

Manchester City úr ensku Premier League er nevnliga ein sannur gloypibiti, tá talan er um pengar fyri sendirættindi. Her hava føroysku feløgini eina avtalu við Sportfive, har liðini úr ymsu londunum eru flokkað í ymsar bólkar.

Talan er um hampuliga solidariska avtalu, soleiðis at til dømis NSÍ fær nakað í sín part, hóast tað neyvan er serliga stórur áhugi kring Europa fyri at senda frá dystinum millum føroysku og georgisku meistaraliðini.

Tað merkir hinvegin eisini, at EB/Streymur ikki kann fara á beinleiðis uppboðssølu við sínum rættindum til heimadystin móti Manchester City, men enska liðið fær tó kassaklokkurnar at ringja kortini.

Fyrst og fremst, so eru lið úr ensku Premier League tey, sum eru flokkað langt ovast í yvirlitinum hjá Sportfive. Og tí er útgangsstøðið undan samráðingunum rættiliga høgt.

Hartil er Manchester City eitt felag, sum hevur rættiliga nógv viðhaldsfólk, og tí eru útlit fyri góðum hyggjaratølum og harav góðari lýsingarsølu. Og tað gevur aftur eyka krónur í kassan.

Hvussu stóra upphædd talan er um, ber illa til at siga. Tó kann staðfestast, at ensku sjónvarpspengarnir eru teir størstu í Europa. Og til sammetingar kann nevnast, at tað kastað góða hálva millión krónur av sær, tá B36 fyri tveimum árum síðani spældi móti turkiska Fenerbache. Eitt tal, sum ikki óhugsandi kann faldast við trý ella kanska fimm, nú EB/Streymur spælir móti enskum liði.


Ensk innrás

Og so eru tað sjálvandi eisini áskoðarainntøkurnar. Hvussu nógvir enskir áskoðarar hava stundir at ferðast til Føroya, er ilt at siga, men bretar eru vanliga væl mannaðir, tá feløg teirra spæla uttanlands. At talan so samstundis er um fyrsta dystin hjá Manchester City á árinum. Fyrsta dystin við Mark Hughes sum venjara. Fyrsta dystinum hjá Manchester City í Europa í drúgt áramál. Og ivaleyst eisini fyrsta dystinum við fleiri nýggjum stjørnum á liðnum, ger ikki uppgerðina minni áhugaverda í so máta. Eitt faktum, sum kanska eisini fær ymsu skeinkistøðini í Havn at bunkra sær eyka nógv í kaggarnar komandi vikuna.


Myndatekstur:

Tað kastaði góða hálva millión krónur av sær, tá B36 fyri tveimum árum síðani spældi móti turkiska Fenerbache. Eitt tal, sum ikki óhugsandi kann faldast við trý ella kanska fimm, nú EB/Streymur spælir móti enskum liði.