El-bilaframleiðarin Tesla hevur sett milliardir í eina stórsligna ætlan, sum skal gera el-bilar meira kappingarførar í prísi.
Kanska eru vit á einum vegamóti við elbilum.
Tað er komið fram, at Tesla longu í næsta mánaði letur upp nýggja verksmiðju, sum skal gera litium-battarí til elbilar. Og nógv battarí skulu framleiðast.
Í veruleikanum so nógv, at Tesla væntar at kunna lækka prísin fyri hvørt battarí við 33 prosentum. Júst dýru battaríini hava verið størsta avbjóðingin hjá elbilum.
Til at framleiða battaríini er Tesla farið í samstarv við Panasonic, og tey hava kallað verksmiðjuna »Gigafactory«, sum er eitt hóskandi navn. Tí hon er í øllum lutum gigantisk. Verksmiðjan er 53 hektar til støddar, og mett verður, at hon hevur kostað yvir 33 milliardir krónur. Men mest hugvekjandi er, at hon fer at tvífalda framleiðsluna av litium-battaríum í heiminum, tá verksmiðjan koyrir við fullari megi.
Gigaverksmiðjan fer væntandi at standa liðug í næstum, men sambært Fortune, sum hevur fingið frænir av søguni, so letur Tesla upp longu ólavsøkudag.
Gigafactory er staðsett uttan fyri Sparks í Nevada, men verksmiðjan hevur ikki fingið navnið, tí tað ljóðar so flott, men tí at árliga battarí-framleiðslan svarar til 35 gigawatt-timar (GWh).
Tað er nóg mikið av elmegi til meira enn helmingin av øllum húsarhaldum í Føroyum í eitt heilt ár.
Gigafactory er ein týdningarmikil liður í ætlanunum hjá Tesla um at framleiða 500.000 bilar um árið longu í 2018. Og tey hava longu nógv um oyrini, tí longu nú eru 400.000 bilar bílagdir av nýggja Tesla Model 3.