- Fleiri enn 28.300 føroyingar fáa ein skattalætta komandi ár. Tað er greitt, nú landsstýrið leggur fram ætlaða skattalættan fyri lág- og miðallønt.
Tað veit fíggjarmálaráðið at siga í dag.
Víst verður á, at lág- og miðalinntøkurnar eru ein stórur bólkur. Tí ávirkar skattalættin ein stóran part av skattgjaldarum. Um hugt verður at inntøkubýtinum í 2014, hevur uppskotið við sær, at meira enn 28.300 skattgjaldarar fáa ein skattalætta.
- Fyri slakar 6.200 skattgjaldarar er talan um ein skattalætta á oman fyri 700 krónur um mánaðin, og umleið 12.700 skattgjaldarar fáa skattalætta á omanfyri 500 krónur um mánaðin.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vísir á, at skattalættin til lág- og miðallønt vil eisini kunna virka positivt á privatu nýtsluna, ið kann skapa grundarlag fyri fleiri størvum og fólkavøkstri, sum hon tekur til.
- Eisini vil skattalættin betra kappingarførið hjá Føroyum, bæði tá ræður um at fáa fólk at “velja Føroyar”, og tá ræður um vinnulívið, ið vil fáa lættari við at fáa starvsfólk, heldur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.