Millum bestu roknarar í ríkinum

Torkil Jespersen og Heini Høgnason teljast millum 20 teir bestu roknararnar í danska ríkinum

Tveir føroyingar teljast millum 20 teir bestu roknararnar á studentaskúlum í danska kongaríkinum. Teir báðir hava luttikið á sonevndu Georg Mohr-kappingini, sum er ein roknikapping fyri allar studentaskúlar í ríkinum.


Umleið 800 næmingar luttaka á hvørjum ári, so talan er um ógvuliga harða kapping.


Kappingin er skipað í tveimum umførum. Fyrsta umfar fevnir um 20 uppgávur, har tíggju teirra eru multiple choice. Hetta var í heyst.


Dømi um uppgávur í fyrstu rundu síggjast HER.


Teir báðir Torkil og Heini, sum báðir ganga á Studentaskúlanum í Hoydølum, komu víðari.


Í øðrum umfari, sum var í januar, er talan um eina skrivliga roynd á fýra tímar, sum verður hildin samstundis á øllum skúlunum, ið luttaka. Til hesa roynd eru eingi hjálparamboð loyvd, tað vil siga roknimaskina, formlasøvn og annað eru ikki loyvd.


Dømi um uppgávur í aðru rundu síggjast HER.


Eftir næstu rundu varð greitt, at Torkil, úr Skopun, og Heini, úr Havn, sum gongur á triðja ári, báðir teljast millum 20 teir bestu luttakararnar í kappingini – og harvið millum 20 teir bestu roknararnar á studentaskúlum í danska ríkinum.


Teir eru nú bodnir til eitt sokallað vinnaraseminar og sleppa møguliga at luttaka á Den Nordiske Matematik konkurrence, sum kann geva atgongd til IMO, ið aftur kann geva atgongd til IMO, sum er Altjóða Rokni Olympiadan.


Heini gongur á 3. ári í Hoydølum og taldist eisini millum 20 teir bestu í fjør. Torkil gongur á øðrum ári og roynir seg fyri fyrstu ferð.


Les meira um Georg Mohr-kappingina HER.