Kári P. Højgaard var eins duldarfullur um at býta út um innihaldið av sáttmálanum millum hann og Copenhagen Infrastructure Partners, nú hann fór á fund við Rættarnevndina.
- Eg vænti, at vit finna eina loysn á fundinum, segði Kári P. Højgaard.
Hann vildi tó einki siga um, hvør hendan loysnin var.
- Nú fáa vit at síggja, hvussu fundurin fer, var tað einasta landsstýrismaðurin vildi siga.
Hann hevði fund við tveir advokatar hjá Deloitte, sum hava verið ráðgevarar hjá landsstýrismanninum í samráðingunum.
- Nei, nú fara vit at bíða, til fundurin hevur verið. Tá kann eg avdúka, um eg havi víst Rættarnevndini sáttmálan, sigur Kári P. Højgaard.