Ferðamannabræv
Kim Simonsen
Í hesum døgum eru brølandi fótbóltsfans allarstaðir. Ofta skít fullir í stórum flokkum, men nú er tað liðugt. Timburmenninir venda aftur, og tóm blikk rekast við vindinum á St. Pangras Station, dagin aftaná. Tað er okkurt við atburðinum hjá fótbóltsáskoðarum, ið minnir um roynd at vinna onkran bólkasamleika gjógnum bóltin, ella felagsskapin rundan um fótbólt.
Fyri tey flestu er fótbóltur nakað heilt serligt, men fyri onkran gerst hetta sjálvt lívið, sum ein italskur fótbóltsfanatikari helt fyri, at fótbóltur er meiri enn kærleikin, unnustan, lívið og sjálvt meiri enn mamma. Ofta er fótbólturin hjá slíkum áskoðarum nakað, ið minnir um ein trúgv. Men handan tjaldið hjá veruligum hooligans finnur ein vónloysi, arbeiðsloysi og ein ófatuliga negativan sosialan arv, ið stingur sera djúpt, serliga í Onglandi. Lívið hjá tí einstaka er avgjørt frammanundan, tí málið hjá ymisku bólkunum og stættunum avgerð møguleikarnar. Maðurin á Kings Cross Station, ið seldi mær eitt Times Literary Supplement, tosaði eitt nærum ?svart? cockney mál, eitt stættarborið mál, ið er sera torført at skilja hjá okkum, ið hava lært onkra versión av Oxford enskum, ið hesin bólkur einki følir seg hava til felags við. TLS ( Times Literary Supplement) hevði eitt tema um heimspeki, um brøvini hjá Ludvig Wittgenstein, ið undir øðrum heimsbardaga vildi sleppa at tøma vesir skamt frá King Cross, har eg stóð. Hesin maðurin, ið á Cambridge University, altíð setti seg ímillum tey lesandi ístaðin fyri til háborðs saman við hinum professarunum. Í 1947 hevði hann fingið so stórt stikni ímóti professaraveldinum, fáfongd teirra og akademiska lívinum sum heild, at hann helt til Írlands, har hann búði hareftir úti á landinum. Eftir ein túrin til Noregs og ein túrin til Cambridge doyði hann av krabba í 1951.
Eg var mitt í rokinum á Trafalgar Square, tá Ongland vann á Danmark, men nú er sum øll vita, alt tapt. Um morgunin fleyg eg til Frankfurt am Main í Tysklandi úr London, har undirgrundsbanin var á tremur við fullum fólki, sovandi ungum bretum, onkur kyssir náttiranir fong, men um 7 tíðina um morgunin gløða tey flestu út í loft. Eg haldi, at enski siðurin at lata pubbar og barrir aftur klokkan 23 á ein løgnan hátt fremir drykkiskapin og ger býarlívið nógv meiri ógvusligt enn t.d. í Danmark og Týsklandi, at alt stongir fær fólk til at herja á klubbarnar og diskotekini ístaðin. Koma fólk ov seint, standa tey í røðum uppá 80 til 200 metrar, fyri at gjalda eini 8 til 14 £ fyri at sleppa inn í hesar hallir, har ein drinkur ella ein øl kostar nærum tað sama. Hetta fær fólk til at kveyla sterkar øl, áðrenn tey fara á ?Club?, serliga Carlsberg Lager, ið er væl sterkari enn ein Elefant øl. Úrslitið er, at fólk er rættuliga full, og brúka sera nógvan pening, tá tey fara í býin. Veruleikin er tann, at Ongland er eitt stættarsamfelag, har órætturin er stórur, samfelagsmunurin sera umfatandi og grefligur. Milliónir av ungum fólki fáa ongantíð eina veruliga útbúgving, tey arbeiða á Mac Donald, á pubbum, hotellum o.s.fr. fyri lítla og onga løn, samstundis sum t.d. London er ein av heimsins dýrastu og ríkastu býum. Tað er hetta, ið merkist tá ein gongur ein túr frá St. Pancras til Bloomsbury, tvey øki við síðuna av hvørjum øðrum. Við Kings Kross Station er drøggsøla, alt slag av merkiligum fólki og ungar gentur, ið leggja á at spyrja menn, um teir vilja keypa tær. Í Bloomsbury skamt frá eru lærdu háskúlarnir University College London (UCL), har eg møtti Michael Barnes professaran, ið dugir og lærir onnur føroykst. Eg var á rástevnu hjá UCL, har eg møtti honum, ein fittur maður. Tað er eisini her at University of London finst og stovnar sum British Museum, heimsins stórsta fornminnissavn, vil alskyns hjálandaveldsins eyrændu dýrd, nærum sum eitt monument yvir enska hjálandaveldið, yvir óendaligu arrogansuna hjá onglendingum, her er alt ein kann droyma um serliga úr Egyptalandi, Rom. Úr miðeystri: Mesopotamia, Sýriu, Babylon, Grikkaland, sjálvt Parthenon frisan (partur av Parthenon templinum á Akropolis fjallinum í Athen) stendur í London enn. Eg sat uttan fyri British Museeum eftir at hava sæð eina framsýning um Mesopotamiu, á hesi café kallað Forum, ið lovar meiri enn hon heldur, sandwichin var ein ?joke? sum nærum allur enskur matur ein greytur, eg varð noyddur, at siga sum er, at London í dag er ein fjølbroyttur heimur við 12 milliónum íbúgvum, har alt Føroyar kundi búð á hesi einu gøtuni. At London er fyri tey ríku, er góður við tey, sum hava, og eitt helviti fyri tey, ið eru heimleys, sálarliga sjúk, ella bert fødd skeivu megin vegin, hetta avlagar javnvágina og ger henda heim so ógvusligan, teirra hooligans so svakar.
Flogvallir eru mangan ræðulig støð, púra dustsogin fyri mentan, alt tykist rópa um skund, stress og effektivitet. At flúgva nógv ella langt er altíð tengt at stressi. Heathrow Airport við fýra terminalum er myndin av stressi, eins og risa floghavnin í Frankfurt am Main. Eftir hin 11. septembur í fjør, er neyðugt at koma í sera góðari tíð áðrenn fráferð, tí tú ikki longur kanst rokna við nøkrum, um røðin er 30 ella 300 metur long til tjekk-inn, passkontrol ella inn til metaltevjaran, ið nú er instillaður at uppdaga hvørt 1 pence stykki. Ein fitt føroysk au-pair genta skuldi heim til jóla úr London. Teir kannaðu hana so leingi, at flogfarið fór undan henni. Í dag er eingin náði, sjálvt 16 ára gamlar gentur verða mettar sum møgulig yvirgangsfólk. Einki annað er at gera, enn at koma eini 3 til 4 tímar áðrenn flogfarið skal í luftina. Eg kom meiri enn 2 tímar áðrenn, og kláraði at berja meg til útgongdina hjá Lufthansa í seinastu løtu, aftaná at hava staðið í trimum sera stórum røðum.
Munurin á London, Onglandi og mongum øðrum londum í Europa er, at stættarmunurin er ikki so ógvusligur. Tá tokini nærkast eini støð, sigur tokførarin í hátalaranum: ?mind the gap?, t.v.s. ansið eftir muninum ímillum tokið og hæddina á jarnbreytarstøðini, men hetta kann eisini í speisemi sigast um alt enska samfelagið, ?mind the gap?, veri varin fyri stættarmuninum, tí tað er hann, ið Margareth Thatcher gjørdi størri, og Tony Blair ikki kemur at broyta. Hetta skilti Ludvig Wittgenstein, millum vinirnar hjá honum vóru mangir kommunistar og sosialistar sum m.a. John Meynard Keynes, faðir at hópin av góðum tonkum um fíggjarfrøði. Men Javnarflokkurin í Onglandi í dag er nærum meiri høgravendur enn danska stjórnin í løtuni.
Frankfurt am Main er fullur av sunnudagsfriði, her eru kilometrar ímillum ferðafólkini, gøturnar breiðar sum fótbóltsvallir. Onkur snjallur tóni av og á frá stóru jarnbreytarstøðini, ella frá fartelefonunum, ið halda á við at køva hugnan á hvørjari café uttan grið og skil. Í Týsklandi eru tó mangar friðarligar caféir, har slíkt ikki er loyvt, men serliga japanskir turistar, ið annars eru friðarlig fólk, halda enn at tey eru í Tokyo. Tað er morgun enn, fyri løtu síðani var eg í London, nú eri eg í einum øðrum landi, har alt er øðrvísi. Og mær dámar væl tað týska, Týskland hevur bygt eina mentan uttan serliga tjóðskaparliga sjálvshevjan, her er rúm, møuleikar fyri øll. Skúlarnir eru ókeypis, fólk hava eitt nógv meiri sosialt lyndi. London tykist kámur og langt vekk, har var regn, toka allar dagarnar, men her er hitabylgja og um 31 hitastig. Sjónvarp eru sett út á gøtuna, spaniólar royna seg í dag. Alt riggar her, her eru ongar langar røðir?friður fellur á meg, eg orki ikki at ganga meiri, og eg setist at lesa Die Zeit og Das Spiegel, men tað er ein onnur søga.
Kim Simonsen, Frankfurt am Main