Minesto latið orku inn á SEV-netið

– Ein søgulig løta, sigur stjórin á Minesto

Orkufelagið Minesto hevur nú latið orku frá sjóvarfalsdreanum í Vestmanansundi inn á føroyska elnetið hjá SEV.

– Hetta er ein søgulig løta og eitt risa fet framá fyri Minesto og menningina av okkara serstøku tøkni. Vit eru serliga fegin um framleiðslustøðið á skipanini, sigur Martin Edlund, doktari og forstjóri í Minesto.

– Nú gleða vit okkum til at halda fram við arbeiðnum í Vestmannasundi, og okkara framtíðarsamstarv við SEV.

Eftir at undirstøðukervið við fundamenti á havbotninum, sjókaðali og transformarastøð á landi var liðugt uppsett, setti Minesto eisini drekan út og nú er farið undir at royndarkoyra sjóvarfalsorkuverkiðDG100 skipanin umfatar dreka, tjóður og botnfesti. Botnfestið er liðiligt, og ger tað møguligt hjá drekanum at flyta seg í sjónum í einum áttatali.

Royndarkoyringin av DG100 orkuverkinum merkir, at Minesto við serstøku Deep Green tøknini nú framleiðir burðardygga elorku úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi inn á føroyska elnetið.

Minesto og SEV hava samstarvsavtalu um at nýta sjóvarfalsorku, sum er framleidd við Minesto Deep Green tøknini í Føroyum. Fyrsta stig á leiðini er uppseting og rakstur av tveimum DG100 orkuverkum í Vestmannasundi, sum eru knýtt í netið hjá SEV.

Alt eftir, hvussu royndarverkætlanin í Vestmannasundi hilnast, hava SEV og Minesto ætlanir um at seta út Minesto smáverk - tað er undir 250kW og størri verk, sum eru størri enn 1MW á øðrum útvaldum støðum í Føroyum.

– Vit eru sera fegin um, at verkætlanin nú er komin so langt, at Minesto orkuverkið framleiðir inn á føroyska elnetið. Hóast talan enn er um royndarframleiðslu, hava vit góðar vónir um, at sjóvarfalsorka fer at gerast eitt týðandi íkast til burðardyggu elframleiðsluna í Føroyum. Í mun til aðra varandi orku, er sjóvarfalsorkan forsøgin, og tí ikki eins óstøðug og eitt nú vindorka, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.