Minka um feittið, sum gers hart í køliskápinum

Tey flestu av okkum fáa í dag ov nógv feitt í matinum og skulu eta minni feitt og ikki meiri. Til dagligt skal tú leggja dent á at halda aftur við feitti, serliga tí mettaða feittinum, íð serliga er í kjøti, mjólkarvørum og herdum plantufita. Legg dent á í tí dagliga at eta fisk og aðrar matvørur, íð eru góðar keldur til tær ómettaðu feittsýrurnar.

Halt aftur við feitti, serliga tí mettaða feittinum:


• Halt aftur við teimum vørunum, íð blíva harðar í køliskápinum, tvs. smør, steikimargarin, bakimargarin og blandingsvørur sum t.d. Bakkedal og Kærgården

• Drekk solti-, mini- ella kirnumjólk

• Et ost við í mesta lagi 17% av feitti (30+)

• Vel soltnar súrgaðar mjólkarvørur við í mesta lagi 0,7g/100g

• Vel solti kjøt, t.d. høsnarunga, ella soltin stykkir sum rygglundir og kjøtsneiðir og soltnan viðskera (í mesta lagi 10g feitt/100g)

• Sker tað sjónliga feitti burtur á kjøti eftir at tað er tilgjørt, t.d. feittkantin á kotelettini

• Lat vera við ella skava feittevni á breyðinum

• Koyr steikifeitti burtur


Soleiðis fær tú tær sunnu/sunnaru feittsýrurnar:


• Et fisk og fiskaviðskera fleiri ferðir um vikuna

• Et nøtur við hvørt

• Et avokadu

• Nýt ymiskar plantuoljur til at steikja í

• Nýt plantuolju ella bleytt plantumargarin tá íð tú bakar. 100g fast feittevni kann ofta býtast við ¾ dl olju


Tað er eingin grund til at eta eyka ”heilsuoljur”, sum eru so væl umtóktar nú fyri tíðina. Um tú etur sum tey flestu, fær tú nøkta tín tørv fyri týdningarmiklum feittsýrum. Tað gagnar ikki at eta eyka olju, í staðin fyri er tú í vanda fyri at taka uppá.