Minkið Føroya Løgting úr 33 til 17 tinglimir - og sparið 20-30 milliónir árliga

Samanbera vit okkum við Ísland, Danmark og Noregi, so er Føroya Løgting tað mest yvirumboðaða beinleiðis fólkavalda Tingið og Landsstýrið er ikki minni yvirumboðað

Føroyar ein tinglim pr. 1500 íbúgvar
Í Føroyum búgva 48.647 fólk og Løgtingið hevur 33 limir. Hetta svarar til, at 1.500 føroyingar skulu bera ella gjalda fyri hvønn tinglim. Landsstýrisfólkini eru 9 í tali, og harvið eru 5.400 føroyingar til at bera ella gjalda fyri hvønn landsstýrislim ella ráðharra.

Ísland ein tinglim pr. 5.100 íbúgvar
Í Íslandi búgva 319.368 fólk og Altingið hevur 63 limir og sostatt eru 5.100 íslendingar um hvønn tinglim. Ráðharrarnir eru 12 í tali, og harvið eru 26.600 íslendingar um hvønn ráðharra. Íslendingar eru sostatt gott tríggjar ferðir fleiri til at gjalda fyri hvønn tinglim og fimm ferðir fleiri til at gjalda fyri hvønn ráðharra enn føroyingar.

Danmark ein tinglim pr. 30.900 íbúgvar
Í Danmark búgva 5.532.531 fólk og Folketinget hevur 179 limir og sostatt eru 30.900 danskarar um hvønn tinglim. Ráðharrarnir eru 19 í tali, og harvið eru 291.200 danskarar um hvønn ráðharra. Danir eru sostatt 20 ferðir fleiri til at gjalda fyri hvønn tinglim og 54 ferðir fleiri til at gjalda fyri hvønn ráðharra enn føroyingar.

Noregi ein tinglim pr. 28.700 íbúgvar
Í Noregi búgva 4.856.480 fólk og Stortinget hevur 169 limir og sostatt eru 28.700 norðmenn um hvønn tinglim. Ráðharrarnir eru 20 í tali og harvið eru 242.800 norðmenn um hvønn ráðharra. Norðmenn eru sostatt 19 ferðir fleiri til at gjalda fyri hvønn tinglim og 45 ferðir fleiri til at gjalda fyri hvønn ráðharra enn føroyingar.

Stabbadiagram

Niðurstøða
Omanfyri nevndu tøl tala fyri seg og áttu at givið okkara fólkavaldu nakað at hugsað um. Havandi í huga, at løgtingsarbeiðið fyrr bert var at rokna sum framíhjá arbeiði og eisini lønt hareftir, so er løgtingsarbeiðið í dag lønt sum fulltíðararbeiði, og tí er møguleikin fyri góðari uppmøting til viðgerð av málum betri enn nakrantíð.
Við 17 fulltíðar løgtingslimum skuldi okkara demokratiska skipan kunna klárað seg eins væl og hon gjørdi við 32 parttíðar løgtingslimum. Ein sparingin upp á eina til hálvaaðru millión krónur pr. løgtingslim árliga er ikki órealistisk tvs. 20-30 milliónir krónur árliga frá sparingum í lønum, nevndararbeiði, hjálparfólki, ráðgevum, borðfæ, pensiónum, spardum høliskapaciteti og øllum handans stuðuli annars.
Minka vit eisini Landsstýrið úr 9 til 5-6 limir eru fleiri milliónir at spara har. Áhugavert kundi verið at fingið eina neyvari útgreining av omanfyristandandi, tí í verandi fíggjarstøðu stendur okkara parlamentariska yvirumboðan als ikki mát við landsins fíggjarligu formáan.
Ein áhaldandi skerjing mótvegis pensionistunum fyri at fíggja hesa til tíðir meir ella minni glantrileiks líknandi parlamentarisku yvirumboðan eigur ikki at halda fram. Her er ein gyltur møguleiki - í verki - at virða tey gomlu, ið undan hava slóðað!