Minnast tey sum doyðu í flóðalduni

- Vit biðja fyri teimum í dag, sjálvt um vit ikki vita, hvar tey eru jarðað. Barnið, sum eg hevði eftir, rópar enn eftir pápa sínum, sigur kvinna, sum misti mann og tvey børn Í dag eru trý ár liðin, síðan herviliga flóðaldan beindi fyri 230.000 fólkum í Asiu. Í hesum sambandi hava fleiri minningarhald verið ymsastaðni kring um heimin í dag, serliga í teimum londum og býum, har flóðaldan gjørdi mest um seg.

Fólk, sum yvirlivdu vanlukkuna, familjur, vinir og kenningar, hava minst dagin við blómum og bønarhaldi.

Út við helmingurin av teimum, sum lótu lív, vóru stødd á Aceh á Sumatra, meðan 45.000 fólk doyðu í Indiu og Sri Lanka.

Í Thailandi doyðu í minsta lagi 5.000 fólk, harav helmingurin vóru útlendsk ferðafólk.

Indonesiska kvinnan Nur Aini misti mann og tvey av trimum børnum teirra, tá ið flóðaldan velti inn yvir landið.

- Vit biðja fyri teimum í dag, sjálvt um vit ikki vita, hvar tey eru jarðað. Barnið, sum eg hevði eftir, rópar enn eftir pápa sínum, sigur hon.

Trý ár eftir vanlukkuna eru 100.000 nýggj heim bygd í Aceh á Sumatra. Bygdir eru eisini nýggir skúla, sjúkrahús og vegir.

Í Thailandi hava fólk eisini verið við strendurnar í dag fyri at minnast dagin, og nógv hava kastað reyðar rósur í havið við Patong-strondina í Phuket, har nógv hotellir og matstovur eru.

Fólk eru savnaði ymsastaðni í Phang Nga, Phuket og Krabi, har næstan líka so nógv ferðandi leita sær aftur, sum fyri herviligu flóðalduna 2. jóladag fyri trimum árum síðan.