90 milliónir meira eru goldnar út í lønum fyrsta ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið ífjør Tað skrivar Hagstovan. Vøksturin svara til fýra prosent.
Býtt á høvuðsvinnugreinar er framgongd í øllum vinnugreinum uttan í fiskivinnuni og aðrari ráevnisvinnu.
Fyri flestu bólkar er talan um á leið somu framgongd sum í 2007. Meðan tað í 2007 var talan um ein vøkstur á 11 prosent í fiskvinnu og aðrari rávnisvinnu, vendist hendan í 2008 til eina afturgongd á 15 prosent.
Minkingin fyri hendan bólkin stendst av eini afturgongd í fiskiskapi uppá 27 prosent.
Av teimum 90 milliónunum, sum eru útgoldar meira í ár, eiga kvinnurnar umleið 70 milliónir. Orsøkin kann vera, at næstan bara menn arbeiða við fiskiskapi, har talan er um afturgongd.
Mannfólkini leggja tó meira inn, enn konufólkini. Higartil í ár hava mannfólkini fingið 62 prosent av hvørjari lønarkrónu, meðan konufólkini hava fingið hini 38 prosentini.