Vit skuldu hava kamar saman, men sum eitt typiskt væleydnað vinarlag, dámdi mær einki í fyrstani, at akkurát eg skuldi verða vald at hava kamar saman við henni, tí vendi eg mær til ferðaleiðaran og bað um eina forkláring. Hann segði, at áðrenn hann hevði avgjørt hvussu alt skuldi passa saman, var tað eitt, sum segði við hann, at soleiðis skuldi tað verða. Tað vísti seg, at áðrenn túrurin fekk sína byrjan, blivu vit eitt við hvørja aðra, tað var onki loyndarmál so stórt, at vit ikki kundu deila tað við hvørja aðra. Vit vóru saman allan túrin, hini plagdu at siga, at um Heidi sást, so mátti eg vera heilt nær.
Stutt eftir at vit vóru komin heim av túrinum bleiv eg upp á vegin, átti ein son og flutti til Íslands fyri at fáa mær eina útbúgving. Okkara vegir skiltust. Boð komu til Íslands at Heidi var heilt sjúk og mátti stríðast nógv, hon vann og kom fyri seg aftur. Tá eg var heima, vitjaði eg hana og vit tosaðu um gomul minni. Seinni bleiv eg eisini sjúk, tað svaraði til somu sjúku, Heidi hevði. Hetta knýtti okkum aftur saman, tá vit møttust aftur her niðri í Danmark í 1999. Tá vit hittust, um tað ikki var so ofta, hugdu vit at gomlum myndum og flentu at ymsum, sum vit biltu okkum inn sum yngri gentur.
Tað var nakað serstakt millum meg og Heidi, tað sást á mátanum, vit tosaðu vit hvørja aðra uppá.
Knappliga ein dag, eg kom frá arbeiði, fekk eg at vita, at Heidi ikki var millum okkum meira. Eg skilti tað ikki, tí eg hevði ikki sagt farvæl. Í nógvar dagar gekk eg og hopaði, at hetta mundi bara vera ein dreymur og eg fór skjótt at vakna.
At enda skilti eg, at Gud hevði kallað Heidi heim, tí hann hevði brúk fyri henni.
Eina náttina fekk eg ikki blund í eyguni, eg royndi alt, men onki nyttaði, tað kendist sum eg mátti upp, okkurt fekk meg at taka pennin í hondina og skriva. Tá eg var liðug, las eg tað sum stóð á pappírinum. Mín hond hevði skrivað, men tað vóru ikki míni orð.
Góða Heidi, eg gloymi teg aldri, títt smíl og tín látur vil eg altíð goyma í hjartanum. Tú gav mær meira enn tú var klár yvir. Eitt uggar meg, tað er at eg veit, at vit einaferð skulu møtast aftur.
Hetta er tað, eg skrivaði ta náttina:
Góða mamma kann tú lova mær,
nú eg leggi meg at sova,
ikki mást tú um eg gráta,
men við meg gjøgnum Gud práta.
Eftir lati eg døtur tvær,
tær dýrabarast eru mær,
gev tú teimum alt tað besta,
krúnu Guds tú tá skal heysta.
Ókend er okkara lívsins leið,
um skepnuna vit vita ei,
ikki syrgja um meg leingi,
glað eg hvíli í Jesusar fangi.
Tá ið endar lívsins gøta,
eg tær hinumegin skal møta,
glað og løtt vit tá dansa vilja,
einki kann okkum tá sundur skilja.
Gud hevur givið tær gávu dýra,
systkin míni á jørðini fýra,
víðari tú fyri tey má liva,
ikki bera Gudi nakran iva.
Á himli tvær stjørnur eigur tú,
sita vita her og hyggja nú,
ikki eg eri eina, nú havi eg frið,
bróður mín mær situr við lið.
Styðja tú mínar døtur,
gjøgnum tungar løtur,
tær tá skulu elska teg,
líka sum tú elskar meg.
Tín verndareingil eri eg,
hjálpi mær á lívsins veg,
gjøgnum Guds góða anda,
vit altíð saman standa.
Esbjerg des. 2000
Yvonna Drangberg