ROKNSKAPUR
- Vit eru væl nøgdir. Serliga tá vit hugsa um, at gongdin í samfelagnum er sum hon er.
Orðini eigur Marner Mortensen, varastjóri fyri Norðoya Sparikassa. Hóast úrslitið fyri fyrstu seks mánaðirnar av 2005 vísir 698.000 krónur minni í yvirskoti í mun til sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 8,9 milliónir krónur í yvirskoti. Soleiðis at Norðoya Sparikassi nú er 8,2 milliónir ríkari.
Stagneraði búskapurin hevur ikki minkað munandi um hugin hjá fólki at lána pengar, og innlánið hjá sparikassanum er eisini voksið.
À at kalla øllum økjum er gongdin hjá Norðoya Sparikassi betri enn í 2004, men á útreiðslusíðuni gongur skeiva vegin.
Útreiðslur til starvsfólk og umsiting vóru 16,5 milliónir krónur móti 14,7 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør. Hetta er ein vøkstur uppá 1,8 mió. kr.
- Vøksturin stavar í høvuðsheitinum frá øktum umsitingarútreiðslum til Elektron og aðrar veitarar og sáttmálabundnum lønum, sigur Marner Mortensen.
Hann roknar ikki við eins stórum útreiðslum næsta hálvar. Nýggi lønarsáttmálin gevur eitt prosent í lønarhækkan í ár og eitt prosent næsta ár.
- Varisliga meta vit, at úrslitið fyri seinna hálvár verður minst líka gott, um ikki betri, sigur Marner Mortensen.
Tveir triðingar av handilsgrundarlagnum hjá Norðoya Sparikassa er at finna í Klaksvík. Ætlanin er at lata deildir upp í Havn og í Runavík, tá Norðoyatunnilin letur upp. Norðoya Sparikassi ætlar at halda verandi virkisbýti við tveimum triðingum privatfígging og einum triðingi vinnufígging.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tølini
Fólk skulu ikki rokna við, at Norðoya Sparikassi fer av knóranum í næstum. Eins og hinir føroysku peningastovnarnir stendur rættiliga væl, og norðasti sparikassin í landinum er væl bjálvaður til vetrartíð.
Netto rentuinntøkurnar hjá sparikassanum fyrra hálvár vóru 28 mió. kr. og er hetta ein vøkstur uppá 1,1 mió. kr. í mun til fyrra hálvár 2004, tá netto rentuinntøkurnar vóru 26,9 mió. kr.
Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar hjá sparikassanum fyrra hálvár vóru 29,6 mió. kr. móti 28,6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2004. Hetta er ein vøkstur uppá 1 mió. kr.
Fíggjarstøða sparikassans javnvigar nú við 1.252 mió. kr. móti 1.178 mió. kr. fyrra hálvár 2004. Hetta er ein vøkstur uppá 6,2%. Innlánið er nú 970 mió. kr. móti 914 mió. kr. fyrra hálvár 2004, sum svarar til ein vøkstur uppá 6,1%. Útlánið er nú 1.048 mió. kr. móti 899 mió. kr. fyrra hálvár 2004, svarandi til ein vøkstur uppá 16,6%.
Eginpeningur sparikassans er nú góðar 268 mió. kr., og er farna árið øktur við 16,5 mió. kr., ið er ein vøkstur uppá 6,6%. Eginognin er nú 21,4% av samlaðu fíggjarstøðuni móti 21,3% í fyrra hálvár 2004.
Solvensur sparikassans er 27,1%, í mun til 28,3% fyrra hálvár 2004. Lógin krevur 8%.