Minnilutin vann eina av 116 atkvøðugreiðslum

Løgtingið atkvøddi 116 ferðir um broytingaruppskotini til fíggjarlógina, sum fíggjarnevndin varð komin við. Minnilutin fekk framt eina broyting í mun til uppskot meirilutans.

Løgtingið viðgjørdi fríggjadagin fíggjarlógina fyri 2015. Fíggjarnevndin hevur havt uppskotið frá fíggjarmálaráðharranum til viðgerðar, og fríggjadagin var onnur viðgerð av málinum.

 

Nógv broytingaruppskot vóru komin frá nevndini, ið hevði býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Samgonguflokkarnir vóru sum vera man í meirilutanum og andstøðuumboðini í fíggjarnevndini í minnilutanum. Báðir partar løgdu hvør sítt álit fram. Framsókn tók undir við minnilutanum, meðan Sjálvsstýrisflokkurin valdi at vera uttanveltaður. Kári P. Højgaard, formaður floksins, segði, at tað vóru ting í báðum álitunum, hann tók undir við, samstundis sum okkurt var, hann ikki kundi taka undir við. Tí valdi hann at standa uttanfyri, og ynskti at taka støðu til hvørt broytingaruppskot sær.

 

Tað fekk hann eisini møguleikan til, tí at Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, heitti á Løgtingið um at atkvøða um hvørt einstakt broytingaruppskot heldur enn tey samlaðu uppskotini frá fíggjarnevndini.

 

Hetta merkti, at 116 atkvøðugreiðslur vóru hildnar fríggjakvøldið og langt var liðið út á kvøldið, áðrenn tingfólk fóru til hús.

 

Endin av vísuni varð, at broytingaruppskotini frá meirilutanum vóru øll samtykt, uttan eitt. Minnilutin vann eina atkvøðugreiðslu, men avleiðingin av hesum sigrinum var einans ein broyting í orðingini til eina játtan.

 

Talan er um eitt broytingaruppskot at hækka stuðulin til Ítróttarsamband Føroya við 800.000 krónum. Meirilutin orðaði sítt broytingaruppskot so, at peningurin fall altjóða luttøku hjá hondbóltinum og fimleikinum í lut. Minnilutin ynskti at broyta orðingina, so hon fevndi um alt altjóða virksemi hjá ÍSF og so varð.