Vit vilja takka babba fyri tíðina, sum vit fingu saman við honum, vit fingu nógvar sera góðar løtur saman við honum.
Hvørja ferð vit eru keddar tonkja vit, at hevði hann verið so keddur,og hevði hann kunna valt sjálvur, hevði hann valt at verið eftur hjá okkum. Vit kunnu bara gleða okkum til vit møtast aftur ein annan dag.
Hetta er bert ein heilsan frá mær!
Eg vil bara takka babba fyri tíðina saman við honum.
Øll vóru góð og glað fyri hann, og hann var glaður og góður við okkum!
Hann var glaður fyri hvønn dag, og hevði hann kunna valt sjálvur, hevði hann valt at verið her hjá okkum. Vit elskaðu hann øll, og hann elskaði okkum! Hann var altíð uppá fartin, tá onnur høvdu brúk fyri tí. Og tað var ongantíð nakað keðiligt við babba! Sjálvandi kom tað sum eitt stórt sjokk at hetta hendi..
Eg vil bara gleða meg til vit ein dag møtast aftur..
Og ein heilsan til ommu og abba við Gjógv, og minnist til at um tað er nakað so ber altíð til at tosa við meg!..
Ester
Góði babba hví doyði tú? og tað var tú
sum lærdi meg at syngja og tekna, og eisini alt
annað sum tú hevur gjørt fyri okkum øll.
Døgg
Eg eri glað fyri, at eg kom at kenna Birgir, og eg eri glað fyr, at vit komu at kennast so væl! Eg eri sera glað fyri at hann gjørdi so nógv fyri meg og var so góður við meg, at tað er næstan ikki til at skilja!
Hann var altíð klárur at hjálpa, hann gjørdi so nógv fyri onnur, vit vóru nummar 1 og hann nummar 2!
Men eg kann bara gleða meg til vit einaferð møtast aftur uppi í himli! Tí hann hevur tað betri enn nakar annar her á jørð! Hetta er eitt brot í einum sangi, sum mær dámar væl: lívið kann broyta alt, eitt hjarta kann fara í túsund pettir! Og tað er soleiðis vit øll hava tað nú.
Drós