Hóast hermenninir í herstøðunum í Farum og Skive framvegis ikki høvdu fingið at vita, hvørjir teir tríggir deyðu ella teir tríggir særdu hermenninir vóru, var minningarhald á báðum støðunum í gjár. Donsku hermenninir, sum vórðu sendir til Kabul, eru úr verkfrøðideildini hjá danska herinum, og hendan deildin heldur til í Skive og Farum. Tí vóru minningarhaldini har.
Í gjár vórðu líkini av teimum trimum donsku hermonnunum og teimum báðum týsku feløgum teirra, sum eisini doyðu í vanlukkuni, flutt við flogfari til Usbekistan og haðani víðari við einum sjúkraflogfari til Køln í Týsk-landi. Eitt danskt hernaðarflogfar skuldi so flyta tey trý líkini og teir tríggjar særdu til Danmarkar.
Í gjár hevði danska herleiðslan framvegis ikki almannakunngjørt nøvnini á teimum seks hermonnunum, tí herleiðslan hevði ikki fingið fatur á teimum avvarandi hjá einum teirra.
Halda fram
Bæði danska herleiðslan og stjórnin hava gjørt greitt, at vanlukkan í afghanska høvuðsstaðnum fær onga ávirkan á donsku luttøkuna í arbeiðinum. Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri var sjónliga skelkaður, tá hann kunnaði fjølmiðlarnar um vanlukkuna, men hann legði samstundis dent á, at Danmark fer at halda fram við arbeiðinum í Afghanistan. Tað sama søgdu umboð fyri allar teir politisku flokkarnar í Fólkatinginum.
Christian Hvidt, verjuovasti segði á tíðindafundi mikukvøldið, at vanlukkan hevði skelkað alla verjuleiðsluna. Hann boðaði frá, at hann og týski verjuovastin, Harald Kujat, hava avtalað at skipa fyri einari felags kanning av tí, sum hendi.
Týski samveldiskanslarin, Gerhard Schrøder, segði, at vanlukkan í Kabul er enn ein tekin um, hvussu vandafult arbeiðið hjá hermonnunum í Afghanistan er. Eisini hann gjørdi greitt, at Týskland fer at halda fram við sínum arbeiði í Afghanistan.
Gamlar rakettir
Teir donsku og týsku hermenninir vóru í ferð við at oyðileggja nakrar gamlar russiskar rakettir av slagnum SA-3, tá vanlukkan hendi. Teir høvdu júst oyðilagt eina rakett og vóru á veg til ta næstu, tá vanlukkan hendi.
SA-3 rakettirnar eru umleið 40 ára gamlar. Sovjetski herurin nýtti nógvar av hesum rakettunum í krígnum í Afghanistan, og nógvar teirra liggja framvegis har óbrostnar. Ein deild við verkfrøði-hermonnum úr Danmark, Týsklandi, Hollandi og Eysturríki hevur fingið til uppgávu at beina fyri teimum óbrostnu rakettunum umframt gonslum russiskum minum.
Danska verjuleiðslan sigur, at teir donsku hermenninir hava góða venjing til hetta arbeiðið, men kortini hendi vanlukkan. Nú skal kannast, hví vanlukkan kortini hendi.