Seinasta sunnudag var minningarhald í kirkjugarðinum fyri falnum bretskum hermonnum undir seinna heimsbardaga. Bretsku kadettarnir og umboð fyri bretsku sjónverjuna vóru til steðar, meðan Bjarni Bæk, dómpróstur helt stutta gudstænastu. Eisini vórðu kransar lagdir á grøvirnirar. Vit prenta her prædikkuna hjá Bjarna Bæk:
Hvør kann meiningin vera við hesum minningarhaldi í dag? Gevur tað yvirhøvur meining at minnast tey deyðu? Tí menniskjaligt minni er ógvuliga stutt. Fyrr ella seinni tekur deyðin okkum. Hvussu leingi fara tá tey, sum einaferð hildu okkum vera týdningarmikil í lívi teirra, at minnast okkum? Er yvirhøvur nakað at minnast, tá ið vit eru deyð?
Tað stutta av tí langa er: Er nøkur meining í at minnast tey deyðu, um veruleikin er tann, at deyðin fær alt og øll at forganga og hvørva út í bláa luft? Um tað er seinasti veruleikin í lívi og tilveru okkara, so hevur minningarhald okkara onga meining.
Men tílíkir tankar og umhugsanir eru ikki allur sannleikin um lív og tilveru okkara. Als ikki. Seinasti veruleikin um lív og tilveru okkara er vónin, vónin um uppreisn á evsta degi. Vit kunnu minnast tey deyðu við okkara menniskjaliga minni, vit kunnu gera minnisvarðar, men minningarhald okkara kunnu ikki geva okkum okkara deyðu aftur. Nei! Men tá ið vit minnast tey í Jesu Kristi navni, so minnast vit saman við Gudi. Og tá deyðin tekur okkum, so minnist Gud framvegis. Spurningurin er tá: hvussu minnist Gud okkum?
Í einum sálmi í gamla testamenti stendur: Um ævir hann minnist sáttmála sín, gjøgnum túsund ættir tað orðið, hann gav. Gud minnist um ævir, ja. Men ikki sum harddiskurin í eini himmalskari teldu. Tá ið Gud minnist, minnist hann til tess at halda lyfti síni. Hann minnist sáttmála sín, orðið hann gav.
Tá ið vit nú minnast tey deyðu, so gera vit tað, tí tey eru í Guds hond inntil uppreisnardagin. Vit minnast hesar menn fyri at æra minni teirra og tænastu og offur teirra fyri lív og frið. Kanska vóru teir ikki hetjur. Kanska longdist teimum teim og ynsktu bert at sleppa burtur úr krígnum. Kanska vóru teir deyðaræddir. Men teir blivu, har teir vóru. Teir høvdu heldur onki val, kundu ikki taka til rýmingar, um teir vildu. Teir máttu verða verandi, og tá so var ? so gjørdu teir skyldu sína. Tí æra vit minni teirra.
Men vit minnast teir eisini ? júst tí teir gjørdu skyldu sína og av umstøðunum vórðu noyddir at gjalda prísin. Í hesm føri minnast vit teir fyri okkara egnu skuld, so at vit kunnu umhugsa, um og hvussu langt vit eru til reiðar at lata teir vera fyridømi, tá ið vit umhugsa skyldu okkara í okkara umstøðum við okkara tilfeingi og møguleikum og evnum. Tann spurningur veksur so at siga fram úr minningarhaldi okkara í dag. Eitt møguligt svar er okkara egna.
Hvussu vit enn svara, so er Gud hin sami, og hann minnist framvegis á tann hátt, at hann fremur lyfti síni. Tað kann gera okkum fræls til at gera skyldur okkara. Tað er ikki til onga nyttu.
Um ævir hann minnist sáttmála sín, gjøgnum túsund ættir tað orðið, hann gav.