Eins og undanfarnu ár skipar Føroyska Sjómansmissiónin fyri minningarhaldið teirra sjólætnu, allahalgannadag, týsdagin 1. november.
Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum í Havn, klokkan, har Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Jógvan Fríðriksson, bispur tala.
Aftaná verður farið niðan til minnisvarðan í Viðarlundina, har løgmaður leggur krans.