Í morgin er 1. november og alhalgannadagur. Í hesum sambandi verður minningarhald teirra sjólætnu hildið á Syðradali á Kalsoynni – í morgin klokkan 13:30.
Hetta er 13. ferð, at minningarhald verður hildið á Syðradali. Tað var soleiðis, at í seinna helmingi av nítiárunum varð nevnd sett at fyrireika minnisvarða til teirra, ið vóru farin av vanlukkuorsøkum gjøgnum tíðirnar. 30 nøvn eru á varðanum. Tað er ”Minnisgrunnur Andreas Eliasens”, ið er upprunin til átakið.
Í grein í Sosialin, sum kemur í morgin, skrivar Asbjørn Lómaklett grein um minnisvarðan og um bátsvanlukkuna fyri 50 árum síðani, hin 23. septemer í 1963.
Asbjørn Lómakletta skrivar millum annað:
– Um aldarmótið ár 2000 var minnisvarðin liðugur, og varð hann settur oman fyri vegin beint norðanvert Gjónna. Árni Ziska av Strondum evnaði varðan til. Vígslan fór fram leygardagin hin 8. juli í fagrasta veðri. Hans J. Joensen, biskupur framdi vígsluna. Ongantíð hevur so nógv fólk verið savnað á Syðradali hvørki áður ella síðani. Meira enn eitt túsund fólk vóru hjástødd undir vígsluni henda dagin.
Skráin var rættiliga fjølbroytt og drúgv við røðum og sangi, men veðrið var so avbera gott, at tað sakaði einki, hóast haldið tók einar tveir tímar. Aftaná fóru fólk í tey ymsu húsini at práta og fáa sær ein bita. Flestu av teimum 13 húsunum á Syðradali vóru opin, har øll vóru vælkomin at fara innar.
Lesið alla greinina, sum eisin stendur í Sosialinum í morgin, við at trýsta á leinkjuna niðanfyri: