Í morgin klokkan 15 verður minningarthald teirra sjólátnu við minnisvarðan í gamla kirkjugarði í Vágstúni í Klaksvík.
Á skránni er eitt nú kórsangur við 17 Sangarum, felagssangur og Magnus Brahe Jørgensen, prestur, heldur røðu.
Fimm mans eru farnir á sjónum síðsta árið Teir eru: Hilbert Martin Blástein, Viðareiði, doyði umborð á »Polarhav« 12/11-09, 29 ára gamal.
Hans Jørgen Dam, Sandavági, doyði umborð á donskum farmaskipi við Florida 20/11-09, 68 ára gamal.
Martin Sofus Johannesen, ættaður úr Klaksvík, druknaði við Bursatanga 15/5-2010, 52 ára gamal.
Heini Olsen Klasvík, Klaksvík, funnin hin 26. mai 2010 á Hagaleiti 40 ára gamal.
Finn Jacobsen, Vágur, hvarv av bingjuskipinum »Taasinge Maersk« í juli 2010, 53 ára gamal.