Minningarorð um Alis Ørvarodd

Bleiv so kløkk, tá eg fekk boðini um, at Alis var farin. Vit búðu beint yvirav hjá Alis og Margeir, og sum lítil hevði eg mína dagligu gongd hjá teimum. Rói og eg vóru nøkulunda javngomul, og vit spældu altíð saman.

Eg minnist hesar løtur sum nakrar av teimum bestu í mínum lívi. Alis var altíð so fitt og blíð, so ótrúliga góð. Hugnaløtur renna fram fyri meg, sum at fáa smurt breyð út í havan har vit spældu, og ikki at gloyma eini jól vit hildu saman. Áðrenn eg fór í skúla, fluttu vit út á bygd, men sambandið ímillum familjurnar varð hildið við líka. Og mong ár seinni fluttu vit aftur til Havnar, og tá gjørdist tað lættari at koma meira saman.


Eri so takksom fyri at hava kent Alis, og vildi ynskt at eg kundi fortalt henni, hvussu góð eg eri við hana. Mínir tankar leita til hennara nærmastu. Jesus pápi verði hjá tykkum.


Blíðar heilsanir Laura Mary Jacobsen



“Hann lekir tey, ið hava eitt sundurbrotið hjarta, og bindur um teirra sár”. Sálmur 147, 3 vers.