Minningarorð um Andrias Eliesar Nolsøe - 5. september 1950 - 11. september 2009

Eg kom at kenna Andrias Nolsøe, ella Andrias í Garðinum, sum hann eisini bleiv nevndur, á sumri 2001.

Hann arbeiddi sum timburmaður á timburverkstaðnum, har eg fór undir mína útbúgving sum bygningssnikkari. Eg fann skjótt útav, at hesin maðurin dugdi sera væl at arbeiða. Hann var altíð fyrstur til arbeiðis og sum oftast seinastur heim. Hann var ómetaliga raskur og sera dugnaligur, tað var týðuligt at síggja. Andrias var sera skemtingarsamur maður og visti ofta »eina góða« at siga frá. Hóast hetta, var tað altíð meira arbeiði enn tos, tá hann arbeiddi, – og ein kaffileskur og eitt svart ball, var tað sjálvsagt eisini tíð til. Hann var ikki bangin at »taka fatt«, tað skuldi henda okkurt, har ið hann var.
Hann dugdi væl at læra frá sær og var altíð klárur at hjálpa bæði á arbeiðsplássinum og eftir loknan arbeiðsdag. Eg var so heppin at sleppa at arbeiða við hesum dugnaliga manni næstan alla mína lærutíð og eftir lokna lærutíð hevði eg ta gleði at sleppa at arbeiða við hesum góðsliga manni, bæði her heima í Suðuroy og norðanfjørðs, hesum eri eg sera takkksamur fyri.
Tey 8 árini, ið vit arbeiddu saman, vóru sera lærurík í allar mátar, og hevur hendan tíðin havt ógvuliga stóra ávirkan á mín persón og mítt lív, á ein so góðan og stóran máta, at tað finnast ikki orð fyri tí. At fáast við seyð dámdi honum eisini sera væl, at fara til fjals, at fletta, í hoyggjan og ikki minst, tá farast skuldi í feitlendi við veðrum.
Andrias var eisini húsligur maður, at dustsúgva og baka – helst pannukøkur – góðar pannukøkur var honum lítið fyri at gera. At hesin raski og góði maðurin, ið altíð var so væl fyri, skuldi gerast sjúkur og fáa henda bráða deyða, er mær óskiljandi.
Við hesum vil eg fegin siga takk fyri tað, ið tú lærdi meg um arbeiðið og lívið. Orð eru fátæk, men síðsta strokið er strokið av høvlinum hjá Andriasi her á fold. Eg vil við hesum fáu orðum biðja frið yvir minnið um Andrias.
Góða Hanna, Jón Eli og Annika, má Harrin fylgja tykkum.

Tín góði vinur, Birgir