Týsdagin 15.november andaðist Poul Benadikt Petersen, vanliga nevndur Benne, bara 54 ára gamal. Hóast Benne var illa sjúkur seinastu tíðina, væntaðu tey fæstu , at hann bara átti fáar dagar eftir her á fold. Men soleiðis er tað væl ivaleyst altíð, deyðin spyr ikki eftir tíð og stað.
Benne var sonur Ellen og Ian Petersen. Ellen, sum er donsk, giftist við Ian, ættaður úr Sørvági, og tey fingu tvey børn, Benna og systrina Annu Poulinu. Tey búsettust í Havn, fyrst í Eysturbýnum og síðani í Vesturbýnum, har tey bygdu sær hús við Gásadalsvegin. Ian doyði í 1987, og seinastu mongu árina búðu Ellen og Benne tveyeini í húsi. Systurin, Anna Poulina er gift og býr í Danmørk.
Eg kom at kenna Benna seinast í áttatiárunum, tá hann skuldi hjálpa mær við at umvæla bátin. Hetta gjørdist útgangsstøði fyri okkara kennskapi, sum gjøgnum árini vaks seg til eitt rættiligt vinaband. Umframt bátaferðir kring um í Føroyum vóru vit eisini á bátaferð saman í Noregi í 2000, 2004, 2006 og seinastu ferð í 2008. Serliga væl komu vit á kennast ta tíðina, tá hann leiðaði seg inn í høllina, Inni á Hjalla, har eg frammanundan var í ferð við at umvæla gamla Skúvanes. Nógvar tímar og hugnaligar løtur áttu vit hesa tíðina, og serliga minniligir vóru kaffimunnarnir við muffins og góðaráð, sum Beinta og Ellen so trúfastar bóru okkum. Her teknaði og bygdi hann sín egna bát, Svan, líka frá formi til lidnan bát.
Benne var hegnismaður og dugdi alt til hendurnar. Hann bygdi tveir glastrevjabátar, og seinastu árini vóru altíð boð eftir honum, tá okkurt skuldi umvælast. Serliga glastrevjaarbeiði lá ræði fyri hjá honum. Hann fekst mest sum bara við at umvæla bátar, til hann fyri trimum árum síðani var so illa fyri, at hann mátti gevast við at arbeiða.
Benne var egin og hevði sínar avgjørdu meiningar, men hann var eisini ein trúgvur vinur, sum altíð var til reiðar at veita eina hjálpandi hond, tá á stóð. Benne hevði sína dagligu gongd í Bátatænastuni og í Bátafelagnum í Vágsbotni. Hann var við í fyrstu nevndini í Bátafelagnum, sum varð stovnað í 1998, og við til at innrætta og umvæla hugnaligu felagshølini.
Góða Ellen og Anna Poulina, tit hava mist ein góðan son og bróður. At Benne var sera góður við mammu sína, hoyrdist og sást týðiliga í eygnabrái og rødd, hvørja ferð hann umrøddi teg. Eisini vísti hann sína stóru umsorgan við mongu biltúrunum, tit bæði vóru saman kring um í Evropa.
Orð eru fátæk, men lat meg enda við orðunum hjá vágaskaldinum: “Tíðin var tíðin, sjálvt lívið var alt”.
Hvíl í friði, góði vinur.
-------
jákup