Góði Bjarti.
So noyddist tú at leggja árarnar inn aftaná drúgvan og møðsaman róður, einans 40 ára gamalur.
Stutt eftir, at vit lærdu teg at kenna, fyri umleið 10 árum síðani, fekkst tú eina sjáldsama men herviliga lungnasjúku at dragast við. Men kortini megnaði tú, saman við Sonny, at gera hús tykkara liðug, og ikki vart tú sørt errin av tykkara nýggja og hugnaliga heimið.
Mongu hugnaligu løturnar uppi hjá tykkum við stórbæra útsýninum yvir býin sum var tær so kærur, fjørðin og mikla Oyrnafjall eru ógloymandi. Har sótu vit mangan bæði gott og leingi. Blíðskapurin hjá tær og Sonny hvørja ferð vit vitjaðu har suðuri var eitt av ljóspunktunum við at koma suður.
Har merkti ein væl, at bestu dagar tínir vóru millum arbeiðsvinir hjá R. B. Thomsen, í Froðba millum Oddmar, Vilborg og Óla-Vang og sjálvandi hjá foreldrunum Undir Heygnum.
Ikki gloyma vit heldur tykkara umsorgan og blíðskap fyri okkara børnum tá tey vóru heima, og ikki minst tykkara gleði tá tit vóru saman við lítla Thór í Keypmannahavn
Ja Bjarti, trúðfesti var eitt av tínum eyðkennum.
Tað er við sorgblýdni, og einari undarligari kenslu, at sita her í kvøld og skrivið minningarorð um teg mín góði vinur. Vit høvdu aðrar ætlanir, nú Jóanssøkan nærkast.
Hóast tað, at tú øll árini royndi tað tú orkaði, boygdi sjúkan teg at enda so mikið, at tú var sendur til Keypmannahavnar, at bíðja eftir einum nýggjum lunga.
Drúgt var at bíðja, í næstan eitt ár, men við tolni góðtók tú lagnu tína. Enn minnast vit kvøldið í oktober í fjør - stødd til landsdyst í Hannover - tá vit fingu gleðiligu boðini um, at tú var á skurðdeildini á Ríkissjúkrahúsinum, og at teir høvdu funnið eitt lunga til tín.
Vit minnast enn tá vit heintaðu tykkum vesturi á flogvøllinum beint undan jólum. Hvussi spelkin tú kom út úr terminalinum, eins og í gomlum døgum og hvussi glaður tú var yvir aftur at kunna draga andan frítt og lættliga.
Ferðin suður við Smyrli hettar fagra vetrarkvøld var sera hugtakandi. Trongisvágsfjørður lá spegilsblankur, og stjørnurnar og mánin vóru á loftinum og ljósini í býnum speglaðust á vánni.
Tað var ein kensluborðin heimkoma hjá tykkum hettar kvøldið aftaná eitt heilt ár í Keypmannahavn. Pápi tín hevði tendra øll ljósini í húsum tykkara uppi Udir Hválinum. Betri heimkomu kann ongin ynskja sær.
Men stokkut gjørdist gleðin. Bert 14 dagar seinnri var tú aftur sendur til Keypmannahavnar.
Síðani gekkst bara skeiva vegin og 23.mars orkaði tú ikki meira, og legði stillisliga árarnar inn.
Ongantíð hoyrdu vit teg gremja teg. Hóast tú oftani var illa fyri, vart tú kortini bjartskygdur og takksamur fyri hvørja góða løtu sum lívið gav tær.
Nú tá tú ikki er her longur renna oftani seinastu løturnar saman við tær, fram fyri meg.
Tað dirvi tú sýndi lagnutungu seinastu dagar tínir, var merkisvert. Avkláraður og nágreinliga legði tú sjálvur tína seinastu ferð til rættis. Vøkru orðini hjá presti undir jarðarferðini, um virðir og innihaldið í einum lívi kontra longdina av lívinum, vóru hugvekjandi orð sum passaðu so væl til tín.
Tey mongu sum vóru til jarðarferð tína, bóru boð um ein stóran vinarskara, og um, at mong vóru tey sum høvdu fylgt við tær hesi mongu árini meðan sjúkan herjaði.
Øll sum kendu tykkum vita, at tú setti ómetaliga stóran prís uppá konu tína Sonny, sum var tær ein góður stuðul øll hesi árini. Hjá henni kennist saknurin svárur. Eisini hjá foreldrum tínum sum nú eru komin væl til árs og bróður tínum er saknurin stórur.
Við djúpastu samkenslu fyri Sonny, Kartna, Oleantinu, Boga og øllum teimum sum stóðu honum nær, lýsa vit frið yvir minninum um okkara kæra vin Bjarta Mortensen.
??????????????????????????????
Heri, Jensa, Atli, Eyðdis, Thór og Marner