Tá eg hoyrdi andlátið av Freydisi mikukvøldið tann 16. mars, vildi eg illa trúgva hesum, tí sunnudagin áðrenn var eg inni á gólvinum hjá henni, og hon var sum altíð blíð og prátaði um mangt og hvat, men hvør skuldi vanta at fáa hesi sorgarboð, tveir dagar seinni.
Freydis var lærari her í Haraldssundi frá 1960 til 64, hon búði hjá okkum hesi árini. Síðani hevur hon verið okkum ein góður vinur, ja nærmast sum ein av okkara.
Freydis visti nógv um ættargransking, og hevði sera gott minni. Tá ið eg hevði fingið koyrikortið, var eg ofta við pápa og mammu inni á gólvinum hjá henni. Freydis hevði tá bygt hús síni saman við húsini hjá foreldrum sínum. Vit seks sótu síðani og prátaðu. Altíð fall prátið inn á slekt, sum pápi var ógvuliga innaliga í. Pápi Freydis var úr Svínáum og pápi mín var av Oyrarbakka, og mamma Freydis var úr Oyndarfirði, jú tey høvdu nógv at práta um. Oftani var tað seint, vit komu aftur at húsum.
Eg helt áfram at vitja Freydis, og hon var altíð fús at práta. Eg segði henni frá mínum áhuga í, at fáa skriva um øll fólkini og ætt teirra her í Haraldssundi. Freydis hevur verið mær ein góður stuðul. Um eg ivaðist í nøkrum, so var bara at fara inn á gólvið hjá henni. Síðani sótu vit har, og funnu tey fólkini, sum eg hevði trupulleikar við at finna; men hon visti beinanvegin, hvar vit skuldu leita. Tað var bara ein lítil løta, so hevði hon alt, og eg fekk tey skjøl frá henni, sum eg ynskti.
Sum áður sagt, hevði Freydis eitt gott minni. Tað hjálpir væl, tá ein fæst við ættargransking. Hon fekst eisini við at skriva bøkur. Freydis skrivaði nógv og undirvísti í ættargreinsking, so tað var oftani at fólk ringdu til hana um at hjálpa sær.
Tað ringdu fólk úr øllum landinum. Hon gav teimum upplýsningar um tað, tey høvdu brúk fyri. Hon sat nú, saman við øðrum og skrivaði Fuglafjarða bókina, men hon fekk ikki gjørt bókina lidna.
Við hesum fátæku orðum, vil eg hervið friðhalga minnið um Freydis Poulsen. Harrin styrki tykkum, sum stóðu henni nær.
Eg fari og veit, hvar ferðin ber til:
Hon ber til Guðs æviga ríki;
ja, andanna faðir meg heinta her vil,
til landið, har skilnaður ikki er til
og sál ei frá sál burtur víkir
Friður veri við minninum eftir Freydis Poulsen.
-----------
Andrass Jacobsen, Haraldssund