Tann 17. november andaðist Eyðfinnur Stefansson, 52 ára gamal. Ein logi á leiðini slóknaði, ein trúgvur vinur og virdur starvsfelagi. Saknaður verður hann, vitandi og hjálpsamur, ongatíð ráðaleysur, skarpur í hugsjónum, bjartur í huga við hugvekjandi menniskjansligum medviti.
Eyðfinnur fór í 1980 í læru sum konservator á Føroya Náttúrugripasavni, sum tá var stjórnað av tí navnframa Jóannes Rasmussen, jarðfrøðingi, og har hevur hann starvast síðani. Lærumeistarin í konserveringsfakinum var Kristian Meitil, ein annar undangongumaður í føroyska savnsheiminum, og lagnan vildi, at hann og Eyðfinnur báðir skuldu fara hiðani dag um dag. Gjøgnum konserveringsfakið miðlaðu teir føroyska náttúru, gjørdu framsýningar um plantur og dýr, rotaðu og settu saman beinagrindir, eftirgjørdu fiskar, útstappaðu fuglar og mangt annað, og skaptu soleiðis læringarumhvørvi, sum eggjaðu og gleddu, serliga skúlabørn, ið vitjaðu á Náttúrugripasavninum.
Náttúran var fremsti leikvøllur Eyðfinnar. Alskurin birtist á ungum árum, fyrst í fjøruni úti við Strond og seinni sum skóti hjá teimum gulu, har leiðirnar gingu um hægstu tindar. Í náttúruumsiting landsins átti Eyðfinnur sín part og var álitið, tá Náttúrugripasavnið í millumtjóða samstarvi fór undir kanningar av grindahvali. Hann var tikin úr leikum, tá tað snúði seg um vitan um, hvussu verkligi parturin av vísindaligum feltarbeiði best fekst frá hondini, og hann var álitið í arbeiðinum at merkja hval og kóp í føroyskum sjóøki. Við snildargávum sínum fann hann uppá arbeiðshættir, har eingir arbeiðshættir vóru frammanundan. Tað var hann virdur fyri, bæði her og millum samstarvsfelagar uttanlands. Lætt verður tað ikki at útfylla leiklut hansara í hesi sera týdningarmiklu uppgávu, har málið er at menna vitan um náttúru og varðveita rættindi í samstarvi okkara við onnur lond um náttúruríkidømi.
Náttúran merkti eisini frítíðarlív hansara. Honum dámdi at veiða, og eins og veiðimenn eru, dámdi honum at kappast. Ein túrur í fjørðin við snøri var hugaligt, og at draga gylt var gott; men best var, tá árstíðin var til byrsuna og svartfuglur og skarvur kundi veiðast. Sjón hevði hann sum fáur og dugdi at skyna á sløgum í knappari vending – ein veiðimaður av Guds náði, sum tað var ein frægd at eygleiða í verki. Men allarbest var harutíðin, sum hann á hvørjum ári neyt saman við vinmonnunum í haruhøgunum á Eiði.
Eyðfinnur var havnarmaður, sonur Jákup Stefansson, timburmeistara, og Jacobinu, sum er ættað av Eiði. Hann var yngstur av 4 brøðrum. Í 1987 fann hann saman við Jónhild Johannessen, og í 1990 settu tey búgv Millum Gilja í Hoyvík. Saman bygdu tey eitt hugnaligt heim, har grannar javnan koma á gátt og kenna seg væl. Vitandi, prátingarsamur, blíður og trúgvur, soleiðis var hann, og soleiðis er hann virdur av øllum, sum áttu hann sum vin. Góða Jónhild og góða Jacobina við familju, Gud gevið tykkum styrki í sakninum.
Ærað verið minnið um góða vin og starvsfelaga okkara, Eyðfinn Stefansson.
---------
am