Minningarorð um Åge Olsen, Trongisvágur

12. juni 1930 - 28. februar 2003. Tann 28. februar andaðist Åge á Suðuroyar sjúkrahúsið 72 ára gamal.

Åge misti síni foreldur sum heilt lítil, so hann kom at vasksa upp hjá Hansinu og Eliesar Jespersen, sum hann var ógvuliga góður við. Åge fór sum ungur í læru til skipstimbrarar á bedingini í Trongisvági, seinni fór hann til Grønlands at arbeiða sum timburmaður í fleiri ár, hann arbeiddi eisini í Havnini í nøkur ár hjá Guttesen og Staksberg. Eisini arbeiddi hann sum formaður hjá Landsverksfrøðinginum í Suðuroy í fleiri ár, til hann fór frá vegna sjúku fyri 9 árum síðani. Í sínari frítíð dámdi Åge sera væl, at fara út á fjørðin, við báti sínum, at fiska. Hann var ein stillførður maður og ógvuliga blíður at koma at vitja.
Åge bleiv giftur við Annu og fingu tey 3 børn, Egil, Anniku og Jan, sum ahnn var ógvuliga góður við, og ikki minst síni 4 abbabørn..
Góða Anna, tú hevur verið ígjøgnum nógv við tínari sjúku, má Harrin styrkja teg og tíni, tí saknurin verður stórur hjá tykkum.
Við hesum fáum orðum vil eg lýsa frið um minni um Åge. Hvíl í friði

Heilsan Evi